Tað sigur DMI, sum er millum luttakararnar í nýggja netverkinum, sum kallast Anticipate, í tíðindaskrivi.
Endamálið er millum annað at kunna ávara um ekstremt veður betur og fyrr, greiðir Morten Andreas Dahl Larsen, leiðari á deildini fyri veðurgransking hjá DMI frá.
– Ávaring um ógvusligt veður er ein týðandi partur av øllum veðurforsøgnum. Nýggja tiltakið fer at gera okkum sterkari í okkara ávaringum, serliga tá atlit verða tikin til veðurlagsbroytingar, sigur hann.
/Ritzau/