Í grein 52a fyrispurningi spyr hann, hví krav er um, at eitt far skal vera størri enn 20 BT, fyri at siglingstíð við tí kann telja sum góðkend útbúgvingarsigling.
Hann spyr eisini, um hetta er ásett í altjóða reglum, hvør týdningurin er fyri Føroyar, og hví føroyingar við drúgvum royndum á smærri fiskiførum ikki kunnu fáa hesar royndir góðkendar.
Eirikur í Jákupsstovu vil harumframt hava at vita, um landsstýrismaðurin ætlar at gera undantøk frá 20 BT-kravinum, til dømis fyri útróðrarfólk, sum hava virkað í hárabólmnum sjógvi kring Føroyar.
Aðalspurningurin er eisini, um landsstýrið ætlar at seta onnur átøk í verk fyri at hjálpa ungum útróðrarfólki, sum ynskja at skapa sær eina lívsleið á sjónum.
Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir tingmaðurin á, at fleiri ungfólk seinastu árini eru farin at rógva út við smærri útróðrarbátum. Hann heldur, at fleiri av hesum hava fingið smakkin fyri sjólívinum, men at tey kunnu renna seg í eina forðing, tá tey vilja útbúgva seg víðari, tí siglingstíðin á teimum smærru bátunum ikki verður góðkend sum partur av útbúgvingini.
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður hevur nú tvær vikur at svara spurninginum.











