U19-kvinnurnar vunnu stórsigur á grønlendska A-landsliðnum

Grønland kom ikki til nógvar málmøguleikar

Mynd: FSF

Vøllurin á Dungasandi í Sørvági var seinnapartin ramman um ein landsdyst, ið tó ikki verður nakar altjóða skrásettur landsdystur.

 

Føroyska U19-kvinnulandsliðið - uttan profilarnar sum spæla uttanlands - spældi venjingardyst móti A-landsliðnum hjá Grønlandi, ið enn ikki hevur fingið altjóða limaskap í FIFA ella norður- og millumamerikonsku fótbóltssamgonguni, CONCACAF.

 

Ungu føroysku kvinnurnar vunnu stórsigur 5-0 á Grønlandi. Í steðginum var støðan 3-0. 

 

Føroyar vóru greitt omaná, og kundu við eitt sindur av hepni vunnið ein enn størri sigur. Grønland hevði ikki nógv at svara aftur við.

 

Bjørk Akselsen, Karla Sjóstein. Silja Trier, Ragnhild Magnusson og Anna Katrina Gregersen Poulsen skutu føroysku málini. 

 

Vit síggja sannlíkt grønlendska landsliðið aftur til oyggjaleikirnar komandi summar. 

 

Venjingardysturin móti Grønlandi er liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum verður í Føroyum frá 24. til 30. novembur. Føroyar eru í bólki B4, saman við Ukraina, Litava og Andorra.

 

Mynd: FSF