Hósdagin byrjar EM-endaspælið í hondbólti hjá monnum. Endaspælið verður leikt í Danmark, Noregi og Svøríki.
Ísland mannar innleiðandi bólk F saman við Ungarn, Póllandi og Italia. Ísland hevur ofta havt tungt hoyggj við Ungarn, men íslendingar hava somikið gott lið, at teir eiga at kunna vinna seg í millumumfarið. Íslendingar hava tó nógv flestar fjepparar til staðar í hesum bólkinum, og tað eigur at muna hjá teimum.
Dystirnir í bólki F vera leiktir í Kristianstad Arena. Kristianstad liggur í Suður-Svøríki.
Skráin fyri bólk F:
16. januar: Ísland – Italia, kl. 17.
16. januar: Ungarn – Pólland, kl. 19.30.
18. januar: Pólland – Ísland, kl. 17.
18. januar: Italia – Ungarn, kl. 19.30.
20. januar: Pólland – Italia, kl. 17.
20. januar: Ungarn – Ísland, kl. 19.30.











