Eitt hitt størsta í donsku róðrarsøguni

Tað heldur frásøgumaðurin hjá danska TV2 um HM-silvurið hjá Sverra Sandberg Nielsen

HM-silvurið hjá Sverra Sandberg Nielsen í gjár í singlescullara í Linz í Eysturríki var eitt av størstu úrslitunum í danskari róðrarsøgu.

Somikið avgjørdur er danski TV2-frásøgumaðurin og serfrøðingurin í kappróðri, Thor Kristensen, tá hann verður biðin um at lýsa avrikið hjá føroyska rógvaranum.

- Hetta liggur so ovarliga, at eg ikki fái gásarhúðina av aftur ørmunum. Hetta er kongagreinin, tungi singlescullarin hjá monnum. Hann rør eina ótrúliga finalu, har tað skiftir allan teinin. Tað kann ikki verða villari enn tað vit sóu, sigur hann við TV2.

- Annað enn um hann róði 0,04 sekund skjótari og hevði vunnið gull, skoytir hann uppí.

Hetta var fyrsta danska HM-heiðursmerki í tungvekt singlescullara. Tíðin hjá Sverra var 06:44.580, og tann hjá gullvinnaranum, týska Oliver Zeidler, var 06:44.550.

25 ára gamli Sverri Sandberg Nielsen hevur nú eisini róð seg til OL í Tokyo næsta summar.