Bæði størri fleksibilitetur og ein hækkan av loftinum fyri barsilsgjald vóru á veg, tá løgmaður í ótíð skrivaði val út.
Hesi málini eiga at verða framd eftir valið.
Og so eiga vit eisini at fremja tað, at allir nýføðingar verða tryggjaðir, so foreldrini hjá teimum fáa eitt minstamark av pengum frá tí almenna, óansæð um tey eru arbeiðsleys, júst hava stovnað eina fyritøku, hava gloymt at tekna trygging ella okkurt annað, sum ger, at mann ikki hevur rætt til vanligt barsilsgjald.
Hetta minstagjald er til børnini fyrstu mánaðirnar, og ávirkast tí ikki av hvat foreldrini eiga, men verður mótroknað, um foreldrini fáa løn undir barsil frá arbeiðsgevara ella annars uppfylla krøvini fyri at vera partur av barsilsskipanini.
Tey, sum eru heima hjá langtíðarsjúkum barni ella barni, sum ber brek, eiga at gerast partur av somu skipan.
Eirikur í Jákupsstovu
Tjóðveldi











