Fyri einum stórum mánað síðani vann Víkingur stórsigrar á heimavølli ímóti AB – bæði í landskappingini og í kappingini um løgmanssteypið.
Í góðveðrinum í kvøld vann Víkingur 3-2 á Argjum. Tølini siga, at talan var um heilt aðra gongd, enn tað var tær báðar ferðirnar í Sarpugerði, og tað var heilt avgerandi fyri úrslitið, at AB ein stóran hálvan tíma undan leikloki varð undirmannað, tá ið Sjúrður Henriksen sá gula kortið fyri aðru ferð.
Heilt stóri maðurin hjá Víkingi aftur í kvøld var Aron Benjaminsen, sum skoraði fyrsta málið, og sum átti uppleggið til hini bæði víkingamálini í góðveðrinum inni í Vika í kvøld.
Higartil í ár hevur tað ikki gingið væl við málskjótingini hjá Jørgeni Nielsen, sum annars er ætlaður at eiga ódnina sum fremsti maður hjá Víkingi. Tí hevur hann fleiri av seinastu ferðunum verið fremstur á miðvøllinum, og í kvøld var hann frá dystarbyrjan á beinkinum.
Lítla løtu eftir reyða kortið avloysti Jørgen Nielsen liðformannin Sølva Vatnhamar, og tá vórðu eisini Arnór Brandsson og Filip Djordjevic skiftir inn.
Tá var AB frammanfyri 2-1, men eitt lítið korter seinni, tá ið tað restaðu stívliga 10 minuttir, var Víkingur á sigurskós, og so endaði tað við 3-2 sigri til favorittarnar.
Aftur í kvøld var Aron Benjaminsen sera eyðsýndur í spælinum hjá Víkingi, og tað var hann, sum í sínum eyðkenda og avbjóðandi stíli var orsøk til seinna gula kortið og harvið at AB varð undirmannað.
Eftir eitt stórt korter legði Aron Benjaminsen Víking á odda 1-0 eftir upplegg frá Arnbjørn Svensson, og Aron Benjaminsen átti uppleggið, tá ið Jákup Johansen, sum aftur í kvøld var fremsti maður hjá Víkingi, javnaði til 2-2. Hetta var, tá ið 70 minuttir vóru farnir, og smáar tíggju minuttir seinni var Aron Benjaminsen aftur upp á spæl, tá ið hann legði upp til 3-2 sigursmálið, sum innskifti Jørgen Nielsen skoraði. Hetta var annað málið hjá Jørgeni Nielsen í landskappingini í ár.
Tíggju minuttir undan steðginum javnaði AB til 1-1. Liðformaðurin Bjarki C. Nielsen skoraði, og vongverjin í høgru Luca Ørsted Thorstensen átti uppleggið. Tríggjar minuttir undan steðginum legði AB seg á odda 2-1. Jón Steingrímsson royndi seg við langskoti, og tað eydnaðist honum fyri fyrstu ferð yvirhøvur at vera málskjútti í bestu deildini.
AB tapti, og næsta avbjóðingin verður 2. hvítusunnudag á útivølli ímóti KÍ, sum fyri einum mánað síðani í evstu løtu javnaði til 1-1 á Argjum.
AB hevur 11 stig, og Víkingur er á fjórða plássi við 14 stigum. 2. hvítusunnudag fær Víkingur vitjan av skálamonnum.











