Danski tónleikarin Stig Møller er deyður.
Kendur er hann m.a. fyri at vera millum stovnandi limirnar í Steppeulvene í 1966, har t.d. Erik Skaløe var við.
Stig Møller er eisini kendur fyri sangin Sikke’n deilig dag, ið er fólkaogn í Danmark, og eisini er sangurin nógv spældur í Føroyum.
Stig Møller hevur spælt í sera mongum samansetingum, og hevur t.d. spælt nógv saman við Kim Larsen á yngri árum.
Hann var virkin til tað síðsta.
Stig Møller gjørdist 80 ár.











