Eitt smidligari sjónvarp

- Tað skal vera lættari at seta sær felags mál og fylgja teimum upp, sigur Mikkjal Helmsdal, sjónvarpsstjóri, um bygnaðarbroytingarnar í SvF. Talan verður um umrokeringar av starvsfólkum, men ikki uppsagnir.

Ymsu deildirnar í Sjónvarpinum hava higartil ikki dugað nóg væl at arbeiða saman. Til tíðir hevur yvirblikkið manglað, samskipanin haltað, og reyði tráðurin blivin nakað kámur.
Tí er Mikkjal Helmsdal, sjónvarpsstjóri, farin undir stórar bygnaðarbroytingar á sínum stovni.
- Endamálið er at skapa ein greiðan bygnað við einum greiðum ábyrgdarbýtið, sigur Mikkjal Helmsdal.
Ítøkiliga merkir hetta, at tíðindadeildin, mentanardeildin, samsiftisdeildin og fremleiðsludeildin verða niðurlagdar.
Og tí hava leiðararnir á hesum deildum fingið at vita, at tey eru søgd úr størvi, tí starv teirra verður niðurlagt.
- Men talan verður ikki um at koyra fólk til hús. Í fyrstu syftu gerast tey vanlig programfólk, og hava so sjálvsagt møguleikan at søkja leiðarastørvini í nýggja bygnaðinum, sigur Mikkjal Helmsdal.

Greiðan málsetning
Frá 1. oktober í ár skal Sjónvarpið skipast við tveimum nýggjum deildum, eini program-framleiðsludeild og eini skrádeild.
Fyrrnevnda verður skipað við fleiri redaktiónum við hvør sínari arbeiðsuppgávu. Tað veri seg tíðindi, mentan osv. Redaktiónirnar verða væntandi 3-4 í tali, men ein grundtanki við broytingunum er, at talið av redaktiónum og uppgávurnar skal variera.
- Vit mugu gera okkum greitt, at SvF er so lítil stovnur, at vit megna ikki at røkja allar okkara public-service skyldur í senn. Tí mugu vit prioritera og finna eina rotatiónsskipan, vísir Mikkjal Helmsdal á.
Hann leggur afturat, at á hvørjum ári skulu greiðir málsetningar setast fyri komandi árið.
Høvuðsuppgávan hjá hini nýggju deildini í SvF, skrádeildini, verður at leggja ein felags strategi fyri stovnin, at eftirmeta arbeiðið og ikki minst fylgja tí upp, umframt at taka sær av førleikamenning.
Sjónvarpsstjórin vísir á, at við hesum broytingum verður lættari at seta sær felags mál fyri stovnin. Reyði tráðurin í arbeiðinum gerst sjónligari.

Samskipan
Mikkjal Helmsdal metir avgjørt, at neyðugt er við bygnaðarbroytingum í Sjónvarpinum. Hann vísir á, at bygnaðurin hevur ikki verið serliga greiður, og talan hevur verið um sjálvstøðugar deildir, har deildarleiðarar eitt nú hava havt ábyrgdina av fíggjarliga partinum. Tankin var, at avgerðin skuldi takast so nær teimum, ið hon fevndi um.
- Vansin er, at yvirlitið og samskipanin ikki altíð hevur verið nóg góð. Og tann, ið situr omanfyri, veit ikki altíð, hvar SvF flýtur.
Tí metir Mikkjal Helmsdal eisini, at bygnaðurin hevur havt sín lut í fíggjarligu trupulleikunum, ið Sjónvarp Føroya tíðum er komið sær út í.
Við nýggja bygnaðinum skulu redaktørar, saman við framleiðara, einans taka sær av at framleiða sendingar, meðan yvirskipaða tilrættaleggingin av arbeiðinum á deildini, umframt fíggjar- og ressoursustýring, skulu liggja hjá leiðaranum á programmframleiðsludeildini.
Síðan síðsta summar hevur ein arbeiðsbólkur arbeitt við bygnaðarbroytingunum í SvF, í vetur var ein "kritik-dagur", har starvsfólkið kundi siga sína hugsan, og við uppsøgnunum av deildarleiðarunum er fyrsta formella stigið tikið.
- Í dag eru 57 ársverk í Sjónvarpi Føroya, og talið verður tað sama eftir bygnaðarbroytingarnar, sigur Mikkjal Helmsdal, ið hósdagin skuldi kunna starvsfólkini um broytingarnar.