Hondbóltsprát
Tað var ein fullkomiliga pøst Rannvá Augustinussen, ið Sosialurin fekk orðið á beint eftir sigurin á Stjørnuni leygardagin:
- Eru tit meistarar nú?
?Nei, ikki heilt, men hetta var eitt stórt stig á leiðini.
?Tað sá rættuliga svart út í fyrra hálvleiki?
?Vit vóru ótrúliga nervøsar, og verjan riggaði slet ikki. Vit fingu heldur ikki skorað, og tær skoraðu allatíðina. Men tá ið vit sluppu av við nervarnar, koyrdu vit tað heim.
?Tær vóru á odda við tveimum málum stutt fyri leiklok, men tit komu afturíaftur?
?Ja, vit hildu høvdið kalt og settu okkum fyri, at verjan skuldi standa stinn, og tær skuldu ikki fáa fleiri mál, og tað eydnaðist okkum at vinna til síðst.
?Tit skiftu lítið út á liðnum, var tað ein harður dystur?
?Heilt ótrúliga harður dystur. Tað var so heitt, tí tað var so nógv fólk og so nógvur gangur. Tað var heilt ótrúliga hart.
?Hvussu nær eru tit meistaraheitinum?
?Nei, tað vil eg einki siga um.