Eitt vet fleiri við lágum inntøkum

Í 2024 var parturin av fólki í fátækaváða 8,2 prosent. Tað er 0,7 prosentstig fleiri enn árið fyri

Hagstovan skrivar:

Fátækaváðin, á enskum nevnt "at-risk-of-poverty", er eitt altjóða mát, ið lýsir borgararnar í samfelagnum við lutfalsliga lágum inntøkum. Grundarlagið undir hagtølunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka hjá hvørjum borgara eitt heilt ár. 

Fátækaváðin sigur, hvussu stórur partur av borgarunum í samfelagnum hava eina javnvirðisinntøku, sum er lægri enn 60% av miðjavnvirðisinntøkuni í samfelagnum. 

Prosentparturin av teimum í fátækaváða fall frá 2018 til 2019 úr 9,7 prosentum niður í 7,6 prosent. Í 2023 var parturin av fólki í fátækaváða 7,5%, sum er á sama stigi síðani 2019. Í 2024 kvinkaði fátækaváðin upp við 0,7 prosentstigum til 8,2 prosent. Fátækaváðin hevur annars verið nakað størri fyri árum síðani. Prosentparturin av teimum í fátækaváða var um 9 til 10 prosent í tíðarskeiðnum 2011 til 2018.

Orsøkin til lutfalsliga stóra fallið í fátækaváðanum frá 2018 til 2019 var einamest, at aldursbólkurin 67 ár og eldri, sum í stóran mun hevur verið undir hesum marki, fór upp um markið í 2019 og heldur seg framvegis omanfyri í 2024.

Tað vóru einamest tey, ið eru 67 ár og eldri, har tey vóru tvey ella fleiri í húski, sum fóru upp um markið í 2019. Hinvegin er støðan hjá teimum støku 67 ár og eldri áleið tann sama í 2024, sum hon annars hevur verið, har áleið helvtin av teimum enn eru undir fátækaváðamarkinum. 

Landafrøðiligur munur sæst á teimum, sum eru fátækaváða. Tað eru lutfalsliga fleiri undir fátækaváðamarkinum í Sandoyar-økinum og Suðuroyar-økinum samanborið við restina av landinum. Prosentparturin av teimum í fátækaváða í Sandoyar-økinum er 10,1 prosent, meðan 11,9 prosent eru undir fátækaváðamarkinum í Suðuroy. Tað skal sigast, at lutfalsliga færri hava verið í fátækaváða í hesum økjum seinastu árini. Minstur er fátækaváðin í Eysturoyar øki Streymoyar øki, suður har ávikavist 7,5 og 7,6 prosent eru í fátækaváða.

Sí meira um javnvirðisinntøku (video).