Eitt virðiligt umboð á fólkating

Nú fólkatingsval er fyri framman, hevur Føroya fólk møguleikan at siga ja til ríkisfelagsskapin ella nei.

 

Ein atkvøða til sambandsflokkin er eitt ja til ríkisfelagsskapin og harvið ja til framhaldandi samstarv við Danmark, sum vit hava samstarvað við í 600 ár. Eitt fólkatingsumboð hjá sambandsflokkinum fer framhaldandi at varðveita og menna vælferðarsamfelagið Føroyar innan karmarnar í ríkisfelagsskapinum. Eitt sambandsumboð á fólkatingi fer at arbeiða við at fáa heimastýrislógina dagførda soleiðis, at hon verður orðað við umhugsni bæði fyri tí menningini, sum hevur verið, síðan hon kom í gildið, og í samsvar við viðurskiftini, sum tey eru í dag.

Sum nýskipanaruppskotið hjá Sambandsflokkinum sigur: vit skulu greiða ríkisrættarligu viðurskiftini, har tey eru ógreið.

Eg eri ein av teimun, sum havi tað áskoðan, at vit alla tíðina hava ment okkum sum samfelag, tí vit eru í ríkisfelagskapi við Danmark.

Føroya Fólk vil framhaldandi varðveita vælferðarsamfelagið Føroyar, tað krevur at vit fáa umboðan á fólkating fyri framhaldani at menna samstarvið millum londini í ríkinum.

Vilt tú verða við at geva komandi ættarliðum fjølbroyttar møguleikar í altjóða høpi, so vel sambandsflokkin; hann gevur tær møguleikan.