Eivør fer víðari

? Eg kann standa fult inni fyri tí, sum eg framførdi í Grand Prixnum, og tað eri eg fegin um, sigur Eivør Pálsdóttir, sum nú skal skriva tónleik til ein norðurlendskan sjónleik

Reykjavík: Eivør Pálsdóttir hevur úr at gera sum songkvinna og sangskrivari. Luttøkan í íslendska Grand Prixnum leygarkvøldið er bara ein partur av øllum tí, sum hon fæst við í Íslandi í løtuni.
? Grand Prixið er einki hæddarpunkt fyri meg. Nú endaði eg í tí, og so ráddi tað um at geva eina góða framførslu og ikki gera nakað, sum eg fór at angra aftaná, sigur Eivør Pálsdóttir, sum heldur, at hetta eydnaðist.
? Eg kann standa fult inni fyri tí, sum eg framførdi í Grand Prixnum, og tað eri eg fegin um. Fyri meg er tónleikur ikki Grand Prix, men tað kendist gott at vera á pallinum, og eg eri eisini fegin um framførsluna nú.
Eivør hevur latið sær fortalt, at hon fekk stívliga 10.000 atkvøður, og tað ger, at hon er plaserað beint aftanfyri tey trý fremstu í kappingini.
? Eg hevði alla tíðina roknað við, at Birgitta fór at vinna. Tey hava brúkt nógvar pengar upp á sangin, sum var gjørdur við tí einasta endamáli at vinna kappingina. Botnleðja var nokk so stuttligt, meðan tann var eitt sindur óvæntað, hvør bleiv nummar 3, heldur Eivør.

Gera fløgu
Sunnukvøldið sang Eivør í Dómkirkjuni í Reykjavík, og hetta var ein heilt onnur framførsla enn hon í Grand Prixnum, men tað vísur, hvussu fjølbroytt Eivør er sum sangari.
? Nú fari eg rættiliga undir at arbeiða við tónleikinum til fløguna hjá mær. Eg fari at skriva tónleik, venja og spæla. Málið er at fáa tónleikin so góðan sum tilber, áðrenn vit spæla hann inn og geva eina fløgu út, sigur Eivør.
Enn er ikki greitt, hvar og nær fløgan kemur út, men Eivør vónar, at okkurt plátufelag fer at sýna fløguni áhuga.
Eivør fer næstu tíðina at spæla saman bæði við bólkinum, sum hon hevur verið í seinastu mánaðirnar, og hon hevur eisini nógv at gera sum solistur.
Ein nýggj uppgáva bjóðar eisini frammi í tíðini, tí ætlanin er, at Eivør skal skriva tónleikin til ein sjónleik, sum verður gjørdur í samstarvi millum ymisk fólk í Norðurlondum.

Clickhaze liggur stilt
Eivør fekk sítt heimliga gjøgnumbrot saman við rockbólkinum Clickhaze, tá ið tey vunnu Prix Føroyar fyri tveimum árum síðani. Í fjør var bólkurin sera virkin bæði heima og úti, og tey spældu til hópin av konsertum í Norðurlondum.
Seinastu mánaðirnar hevur verið lítið um bólkin, men Eivør hevur ikki vent bólkinum baki.
? Tú kanst siga, at júst nú liggur bólkurin stillur, men tað kemur ikki óvart á meg, um alt blussar uppaftur seinni, sigur hon.