Grand Prix
Leygarkvøldið fer Eivør Pálsdóttir at syngja í íslendska Grand Prixnum, men hetta er bara ein av mongu spennandi uppgávunum, sum bíða eftir songfuglinum úr Gøtu.Hon hevur nógv um at vera, og áðrenn Grand Prixið hevur nógv verið á skránni.
- Eg haldi, at Grand Prixið hevur fylt minst av øllum, síðani eg kom her yvir fyri eini viku síðani, sigur Sædis Eilifsdóttir, mamma Eivør. Hon er er farin til Íslands at fylgja dóttrini, nú hon verður við í Grand Prixnum.
- Hetta var eitt gott høvi at fara yvir at vitja Eivør og síggja, hvussu hon býr, hvar hon spælir og hvørji fólk, hon arbeiðir saman við, sigur Sædis.
Ongar vónir um at vinna
Hóskvøldið spældi Eivør á eini konsert í Reykjavík, har eisini Bubbi Mortens og onnur vóru við. Í gjár skuldi Eivør í íslendska útvarpið at syngja beinleiðs. Og longri frammi í tíðini bíða konsertir, upptøkur og ferðir.
- Grand Prixið hevur ikki meira enn eitt vist at týða hjá mær, men eg taki allar uppgávur seriøst, og eg ælti mær at gera mítt allarbesta til Grand Prixið. Eg gleði meg til at sleppa at syngja leygarkvøldið, sigur Eivør Pálsdóttir.
- Eg havi tó ongar vónir um at vinna, tí fyri tað fyrsta er sangurin hjá mær ikki ein typiskur vinnari, og fyri tað næsta er tað óhugsandi, at íslendingar fara at senda ein føroying at umboða seg í altjóða Grand Prixnum.
Glað fyri møguleikan
Tað er eingin, sum ivast í, at Eivør kann fáa nógv burtur úr luttøkuni í Grand Prixnum. Hon verður kend um alt Ísland, og tað kann loysa seg í longdini.
- Eg havi ongantíð hildið so nógv um Grand Prixið, men eg eri sera glað fyri, at eg havi fingið møguleikan at vera við, sigur Eivør.
Tað er umvegis íslendska bólk sín, at Eivør fekk gylta møguleikan. Hesin bólkurin ætlar sær at fara í studio seinni í ár, og tey skulu eisini á konsertferð í Norðurlondum.
Men fyrst er tað Grand Prixið, og í gjár ætlaði Eivør at fara undir seinastu fyrireikingarnar til framførsluna. Leygardagin verður ljóðroynd, og leygarkvøldið eftir klokkan 21.00 er tað álvari.
15 sangir eru við í Grand Prixnum hesaferð, og talan er um ymisk tónleikasløg. Sangirnir eru meira fjølbroyttir enn vanligt, og tað hevur eisini givið pláss fyri rocktónleiki, jazzi og punk.
Eivør skal í ein súreplagrønan kjóla, og hetta er ein kjóli, sum hon sjálvur hevur teknað. Seymingin er farin fram á eini seymistovu í íslendska høvuðsstaðnum.
Familjan á flog
Eivør fer neyvan at kenna seg einsamalla í Háskólabíó-høllini leygarkvøldið, tí familjan hjá henni er farin til Íslands at fylgja við, og tey ætla at stuðla skyldkonuni.
- Eg haldi, at Eivør er fegin um, at so nógv koma yvir at fylja henni, sigur mamman, sum sjálv hevur verið í Reykjavík seinastu vikuna.
Sjónvarp Føroya sendir Grand Prixið beinleiðis leygarkvøldið.
Sosialurin hevur eisini sent fólk til Reykjavík at fylgja luttøkuni hjá Eivør, og í blaðnum týsdagin ber til at lesa greinar og síggja myndir úr Íslandi.