Danska løgreglan hevur lagt hald á eitt el-rennihjól, sum varð mált til at kunna koyra 146 kilometrar um tíman.
Tað er skjótari enn nakað annað el-rennihjól, sum løgreglan í Suður- og Sønderjyllandi áður hevur lagt hald á.
Ein ferðsluløgreglumaður fekk mánadagin um klokkan 10.30 eyga á mannin, sum koyrdi á Tinglevvej í Aabenraa. Hann koyrdi nógv skjótari enn loyvdu 20 kilometrarnar um tíman.
Løgreglumaðurin fór aftan á honum og máldi ferðina úr løgreglubilinum til umleið 80 kilometrar um tíman, áðrenn honum eydnaðist at steðga 52 ára gamla føraranum.
Kanningin vísti, at el-rennihjólið hevði bæði fram- og afturhjólstrek, vigaði umleið 40 kilo og hevði eina motororku á meira enn 10.000 watt.
Tá bæði hjólini vórðu lyft upp frá vegnum og koyrd í fríum, vísti ferðmátarin 146 kilometrar um tíman.
Løgreglan hevur lagt hald á el-rennihjólið, og maðurin er skuldsettur fyri fleiri brot á ferðslulógina.
/Ritzau/











