So hevur føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen roynt at vunnið ein kappingardyst í pólskum hondbólti.
Liðið hjá Anniku, MKS Gniezno spældi í kvøld dyst á útivølli móti Start Elblag.
MKS Gniezno vann greiðan 34-23 sigur. Í steðginum var Gniezno á odda 16-8.
Aftaná tvey tey fyrstu umførini hevur Gniezno ein sigur og eitt tap. Í bestu pólsku hondbóltsdeildini vera trý stig latin fyri ein sigur, júst sum í fótbólti.
Gniezno brúkti tríggjar málverjar í kvøld. Annika bjargaði trimum av 13 málroyndum ta tíðina hon var á vøllinum.
Komandi mánakvøld klokkan 19.15 hevur MKS Gniezno dyst á heimavølli móti Zaglebie.











