Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar, og Beinir Johannesen, løgmaður. Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Løgmaður: Grønland kann læra av Føroyum

Føroyar royna støðugt at gerast meira sjálvbjargnar, eisini búskaparliga, sigur Beinir Johannesen løgmaður, sum heldur, at Grønland og Føroyar kunnu læra av hvørjum øðrum.

Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar, og Beinir Johannesen, løgmaður. Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Kann Grønland læra nakað av Føroyum, tá tað snýr seg um at gerast meira búskaparliga sjálvbjargið?

 

Hendan spurningin setti grønlendska kringvarpið KNR Beinir Johannesen løgmanni eftir ríkisfundin í Nuuk.

 

– Ja, tað kann væl vera. Eg haldi eisini, at vit kunnu læra av hvørjum øðrum, svaraði løgmaður.

 

Hann vísti á, at Føroyar miðvíst royna at gerast minni bundnar av danska ríkisstuðlinum.

 

– Vit royna alla tíðina at gerast meira sjálvstøðug, eisini búskaparliga. Hetta landsstýrið hevur gjørt av at frysta blokkin. So hvørt sum búskapurin veksur, verður hann lutfalsliga minni. Tað kann sigast at vera eitt stig nærri búskaparligum sjálvbjargni, segði Beinir Johannesen.

 

Løgmaður vísti eisini á týdningin av einum sterkum vinnulívi.

 

Føroyar hava sambært honum havt góða gongd í bæði fiskivinnu og alivinnu, men tað er samstundis neyðugt at fáa fleiri búskaparlig bein at standa á.

 

– Vit skulu hava eitt gott og sterkt vinnulív. Tað er eisini týdningarmikið, segði Beinir Johannesen.

 

Ríkisfundurin millum Beinir Johannesen, grønlendska landsstýrisformannin Jens-Frederik Nielsen og danska forsætisráðharran Mette Frederiksen varð hildin í Nuuk mánadagin.

 

Trygdarpolitikkur og støðan í Arktis vóru millum høvuðsevnini á fundinum.

 

Kelda: KNR

 

Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar, og Beinir Johannesen, løgmaður. Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix