Eldborg komið til Føroya

Fyrsta veitingarskipið hjá undangongureiðaríinum Supply Service í Leirvík kom á Runavík í morgun, har tað legði at í oljuútgerðarhavnini, áðrenn leiðin um middagsleitið gekk víðari til Havnar Tey tvey supply-skipini, sum Supply Service í Leirvík fær í ár, kosta tilsamans meira enn eina hálva miljard krónur. Triðja skipið, sum felagið eisini hevur sáttmála um, er í løtuni eitt sindur óvist orsakað av støðuni á fíggjarmarknaðinum. Men kemur hetta skipið eisini, verður talan um størstu skipaíløgu í Føroya søgu ? og størri enn íløgan við Norrønu á sinni.

Tummas Justinussen segði við Sosialin í vikuni, at 11 mans verða umborð á Eldborg í senn, men tilsamans 22 mans verða knýttir at skipinum í tveimum vaktum. Øll manningin verður føroysk.

Skiparar eru Jan Kristoffersen og Einar Vang, báðir úr Havn.

Tógvið stríð

- Hetta er eitt úrslit av átta ára longum arbeiði. Tað hevur ikki verið nøkur løtt uppgáva at fáa allar tær góðkenningar, sum skulu til fyri luttøku í hesum slagi av tænstu til oljuvinnuna, men vit hava havt óføra gott fólk aftrat okkum.

Norðmenn eiga sín lut í verkætlanini, men nógv tann størsti parturin er føroyskur. Feløgini, sum eiga hesi bæði skipini, verða burturav rikin í Føroyum, og tað verða skipini eisini.

- Vit samstarva við góð fólk, og millum hesi er Per Sævik, sum er ein hin kendasti offshore-maðurin í Noregi, og vit hava Tage Bundgaard, sum var stjóri í Mæersk Supply í eini 25 ár. Hesir royndu menn hava tænt okkum væl, og teir eru báðir í nevndini við pápa mínum, Osmundi Justinussen, sum nevndarformanni. Petur H. Jacobsen er um íløgufelagið Løkir, sum eigur part í verkætlanini, eisini í hesi nevnd felagsins.

Tummas Justinussen sigur, at nú hetta fyrsta skipið kemur heim til Føroya, eru teir sera spentir upp á hesa verkætlan, og felagið fegnast um at hava fingið ein fýra ára langan sáttmála um tænastuveitingar.

- Nú vit um stutta tíð fara í gongd eftir tógvið stríð gjøgnum langa tíð, eru tað mong, sum eiga stór tøkk uppiborna fyri, at vit nú eru komin so langt. Hetta geldir fólk bæði á landi og sjógvi, sum á ymiskan hátt hava verið við til at gjørt verkætlanina møguliga, sigur hann við Sosialin.

Eldborg verður doypt í Havn í dag klokkan 14. Tá verður eisini høvi hjá fólki at síggja hetta spildurnýggja og stásiliga skipið.