Eldur í russiskari oljuhavn eftir dronuálop

Russiski guvernørurin, Aleksandr Drozdenko, skrivar á boðtænastuni Telegram, at sløkkiliðsfólk stríðast móti eldinum

Guvernørurin, Aleksandr Drozdenko

Eitt ukrainskt dronuálop í russisku oljuútflutningshavnini í Ust-Luga í Finsku Víkini hevur gjørt, at eldur er í.

 

Hetta hendi í nátt, og russisku myndugleikarnir í økinum vátta tíðindini.

 

Russiski guvernørurin í økinum, Aleksandr Drozdenko, skrivar á boðtænastuni Telegram, at sløkkiliðsfólk stríðast móti eldinum.

 

Hetta er ein týdningarmikil oljuhavn, sum bert liggur nakrar fjórðingar úr markinum til Estlands.

 

- Fleiri enn 50 dronur eru skotnar niður í Leningrad-regiónini í nátt, sum Ust-Luga er partur av, sigur guvernørurin, Aleksandr Drozdenko.

 

Millum tíðindastovurnar, sum bera hesi tíðindi í morgun, er eitt nú tíðindastovan, NTB.

 

 

 

Guvernørurin, Aleksandr Drozdenko