Í sínum álopum á Russland seinastu tíðina hevur ukrainski herurin lopið á fleiri russisk oljureinsiverk og oljugoymslur.
Soleiðis var eisini í nátt og náttina fyri.
Videobrot, sum síggjast á sosialum miðlum, vísa stór roykskýggj, ið standa upp úr einum oljureinsiverki, sum varð rakt í nátt.
- Talan er er um Slavneft-Yanos-reinsiverkið í russiska býnum, Jaroslavl, sum liggur meira enn 700 kilometrar úr ukrainska markinum.
The Kyiv Independent veit at siga, at verkið telist millum fimm tey størstu í Russlandi og framleiðir eitt nú diesel, bensin, flótandi gass og brennievni til flogfør.
Guvernørurin í russisku Jaroslav-regiónini, Mikhail Jevrajev, sigur sambært BBC, at hetta er størsta fíggindaliga álopið í økinum nakrantíð.
Í nátt skrivaði guvernørurin á Telegram, at vandi var fyri dronum í Jaroslavl-regiónini, og bert tíggju minuttir seinni var regiónin álopin.
BBC veit at siga, at av trygdarávum varð vegurin úr russiska býnum Jaroslavl móti Moskva stongdur í nátt.
Sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, varð oljureinsiverkið í Jaroslav eisini álopið mikunáttina.
Russiska tíðindastovan Tass veit at siga, at eldur eisini var í privatum bústøðum í býnum av niðurskotnum ukrainskum dronum.










