Video: Vit seta lív í

–  Vit gleða okkum til at hava konsert í Føroyum, og tað er lív í okkum, tá ið vit spæla, siga tær í bólkinum Going For The One, sum spæla á Summar Festivalinum í kvøld

Going For The One er rockbólkur úr Keypmannahavn. Tær hava seinastu tíðina gjørt vart við seg á festivalum og konsertum, og nú eru tær fyri fyrstu ferð komnar til Føroya at spæla konsert.

 

Going For The One spælir á nýggja pallinum á Torginum á Summar Festivalinum í kvøld. Tær spæla melodiøsan, lívligan og popputan rocktónleik.

 

– Vit eru sera spentar til konsertina á Summar Festivalinum. Hetta verður nakað annað, enn vit eru vanar við, og tað verður spennandi at uppliva. Vit spæla glaðan popprock, og vit koma við nógvari orku. Tað er lív í okkum, tá vit spæla, siga tær í rockbólkinum.

 

Konsertin við Going For The One verður á Torginum í kvøld klokkan 21.

 

Her ber til at síggja video-samrøðu við Going For The One:

 

##med2##