Løgtingsfólk úr Tjóðveldi, Framsókn og Miðflokkinum hava lagt fram uppskot um eina nýggja lóg, sum skal geva kommununum heimild at seta mark fyri stutttíðarleigu av bústøðum.
Við uppskotinum kunnu kommunur sjálvar áseta, hvussu nógvar dagar um árið sjálvstøðugir bústaðir, har eigarin ikki hevur fastan bústað, kunnu leigast út til stutttíðarleigu. Kommunurnar kunnu eisini velja, at reglurnar bara skulu galda í ávísum økjum, til dømis í miðbýum ella einstøkum bygdum.
Endamálið er at forða fyri, at ov nógv hús og íbúðir verða tikin av vanliga bústaðarmarknaðinum og í staðin leigað út til ferðafólk. Uppskotssetararnir vísa á, at stutttíðarleiga fleiri staðni ger tað truplari hjá fólki at finna fastan bústað, samstundis sum hon kappast við gistingarhúsvinnuna.
Uppskotið leggur eisini upp til, at kommunur, sum seta dagamark, skulu hava skrá yvir stutttíðarleigubústaðir og hava eftirlit við, at reglurnar verða hildnar. Tær kunnu krevja upplýsingar frá útleigarum, útleigupallum, streymveitarum og øðrum, og brot á reglurnar kunnu revsast við sekt.










