Elektriskan buss til flogrutuna

John Johannesen, løgtingsmaður, heldur, at vit skuldu havt ein elbuss til flogrutuna. Landsstýrismaðurin tekur undir við hugskotinum

Tingmenn eru samdir. Føroyar eiga at vera undangonguland á umhvørvisøkinum, og Føroyar eiga at hava nakað ítøkiligt at vísa á í sambandi við altjóða veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn seinni í ár. Tað hoyrdist á orðaskiftinum um løgmansrøðuna í gjár, men tá hoyrdist eisini, at tingmenn eru ósamdir um, hvat skal gerast.

Men eitt beinleiðis uppskot kom. Tað kom frá javnaðartingmanninum John Johannessen.

- Eg fari at mæla til, at vit keypa ein elektriskan buss at koyra ferðafólkið til og av flogvøllinum, segði hann.

John Johannessen segði, at í hesum tíðum verður tosað so nógv um at branda Føroyar, og hann helt, at ein elbussur til at flyta fremmandafólk man vera eitt tað besta átakið í so máta. Við honum høvdu vit spart CO2-útlát, og harafturat hevði burrurin verið til frama fyri umhvørvið annars, segði hann.

- Tað hevði víst umheiminum, at vit meina veruliga tað, sum vit siga, helt John Johannessen, og hann fekk undirtøku frá landsstýrismanninum.

Johan Dahl helt, at huskotið um ein elbuss til flogrutuna var gott og áhugavert.