Elektron má hálsa um

?Nýggja GjaldSkipanin hjá Elektron er ikki í tráð við lógina, staðfestir Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum. Í løtuni verður arbeitt við einari nýggjari kunngerð um persónsupplýsingar, men hendan loyvir heldur ikki nýggju GjaldSkipanini. KT-felagið kallar ætlanirnar eina hóttan móti rættartrygdini

GJALDSKIPAN

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum, ger púra greitt, at nýggju GjaldSkipanin hjá Elektron ikki er í tráð við galdandi lóggávu.
Nýggi gjaldskipanin er gjørd í samstarvi við danska stovnin PBS, og ein fittur partur av føroyska vinnulívinum er longu farin at nýta hesa skipanina. Skipanin hevur eisini verið dýr hjá Elektron at framleiða.
Bæði nevndarformaðurin í Elektron, Jørn Astrup Hansen, og stjórin fyri Elektron, Niels Christian Nolsøe, góvu í síðstu viku sína stóru misnøgd til kennar. Teir kendu tað sum um, at teir høvdu fingið øll neyðug loyvi frá Dátueftirlitinum. Báðir tveir undraðust stórliga á, at málið nú væntandi fer eina aðra vend.
Kristian Magnussen hevur sent Høgna Hoydal ein skrivligan fyrispurning um sama evni.
Kjarnin í málinum er løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001 um viðgerð av persónsupplýsingum. Hendan lóg kom í gildi á nýggjárinum.
Grein eitt er soljóðandi:
?Lógin hevur til endamáls at tryggja persónsvernd hins einstaka, tá persónsupplýsingar verða viðgjørdar, soleiðis at persónsupplýsingar verða viðgjørdar við virðing fyri tí persónliga frælsinum og heimafriðinum og grundað á persónsupplýsingar við høgari góðsku.?

?Løgtingið hevur samtykt eina lóg, sum er púra greið. Tað er hana, vit fylgja. Eg dugi ikki at síggja, hví tað verður so nógv tosað um hana nú. Vit skulu fylgja hesari eins og øðrum av landsins lógum, sigur Høgni Hoydal.
Landsstyrismaðurin heldur tað vera ein spurning um grundleggjandi trygd fyri hin einstaka.
?Tá tosað verður peningastovnarnar ? her hugsi eg ikki bara um Elektron ? er tað týdningarmesta, at tað er ein grundleggjandi trygd hjá føroyingum, at upplýsingar um teirra kontoir, persónsupplýsingar og aðrir upplýsingar verða varðveittir í Føroyum. Tað merkir ikki, at tú ikki gjalda rokningar í útlandinum. Tað er hetta, málið snýr seg um, sigur Høgni Hoydal.
Nógva skrivingin og orðaljóðið um evni í seinastuni metir Høgni Hoydal mest av øllum sum trýst frá áhugabólkum, og hann sigur seg ikki ætla út í kjak við teir um evni.
Høgni Hoydal og hansara fólk í løgmálaráðnum arbeiða í løtuni við einari nýggjari kunngerð, sum skal setast í gildi í sambandi við lógina um persónsupplýsingar. Hetta kunngerð skal gera tað meira greitt, hvat lógin inniber. Kunngerðin fer so avgjørt heldur ikki at loyva Elektron at nýta nýggju gjaldskipanina.
Høgni Hoydal ætlar sær at á fund við m.a. Elektron um kunngerðin, soleiðis at tey sleppa at síggja kunngerðina, áðrenn hon verður sett í gildi.

___________
KT-felagið, sum m.a. hevur Elektron sum lim, og formaðurin í felagnum starvast eisini hjá Elektron, hevur sent Høgna Hoydal og Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í vinnumálum, eitt skriv, har víst verður á teirra ónøgd við umsitingini av lógini um persónsupplýsingar.
KT-felagið nevnir m.a. í skrivinum, at málið er farið av kós, og teir siga seg rokna við, at verandi politikkur á økinum kann gerast álvarsliga tyngjandi fyri KT-vinnuna.
Eisini nýta teir rættiliga hvassorðað orðaljóð í støðum í skrivinum.
?Eftir okkara tykki er tað er ein hóttan ímóti rættartrygdini, tá løgtingið setir lógir í verk, sum skerja virksemið hjá ávísum fyritøkum ella skipanum. Í hesum føri kann tað, hóast tað neyvan var ætlanin, skerja møguleikarnar hjá føroysku KT-vinnuni í framtíðini, skrivar altso KT-felagið.
Hesum er Høgni Hoydal tó ikki samdir við.
?Tað er júst øvugt. Vit hava gjørt okkara EDV-lóggávu tíðarhóskandi, og tað var eisini eitt samt løgting, ið tók undir við lógini. Hetta varð eisini gjørt í tráð við tað, at vit liva í einum samanbundnum heimi. Løgtingið hevur talað greitt, og øll mugu halda løgtingslógirnar, sigur Høgni Hoydal.
Eisini tað almenna má halda lógina. Høgni Hoydal veit at siga, at tað almenna eisini má gera nakrar broytingar.
Sum heild hevur landsstýrismaðurin ilt við at skilja, hví tað nú er komið eitt alment kjak um evni.