Elias er fjórðbesti málskjúttin í bundesliguni

Mathias Gidsel er fremsti málskjúttin

Tað hevur gingist væl hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í týsku bundesliguni hetta kappingarárið. Í 17 dystum hevur Elias skotið 134 mál fyri THW Kiel. Tað eru 7,88 mál í miðal pr. dyst.

 

Elias er fjórðfremst á toppskjúttalistanum í deildini. Heimsins besti hondbóltsleikari, Mathias Gidsel er fremst við 185 málum í 20 dystum.

 

HER eru toppskjúttarnir:

 

Nr.NavnDystirMál
1Mathias Gidsel20185
2Kai Häfner19151
3Ómar Ingi Magnússon19140
4Elias Ellefsen á Skipagøtu17134
5Emil Jakobsen19117
6Marko Grgic19115
7Jannik Kohlbacher19113
8Simon Pytlick19112
9August Pedersen16111
10Tim Suton18110