Síðan Hoyvíkar kirkja varð vígd og tikin í nýtslu, hevur verið siður at bjóða ellis- og røktarheinunum í kommununi til jólaguðstænastu.
Soleiðis verður eisni gjørt í ár.
Hesaferð verður gudstænastan mánadagin hin 8. desember klokkan 14, og tað eru prestarnir í Hoyvík, sum plaga at prædika.
Børn úr Frítíðarskúlanum ganga lusiagongu, og eftir gudstænastuna bjóðar kirkjuráðið í Hoyvík ein góðan drekkamunn.
- Sum kirkja gleðast vit um at vera ein virkin partur av samfelagnum rundan um okkum og geva tað aftur, ið vit kunnu, verður sagt úr Hoyvík.
Gudstænastum er sum sagt ætlað eldri fólki, men øll eru sjálvsagt vælkomin, verður lagt aftrat.










