Hetta hevur verið brúgvin síðan 1933. Nú skal nýggj brúgv byggjast um ánna

Nú skal nýggj brúgv byggjast um Kirkjuá

- Tað hava verið fimm brúgvar í 160 ár. Tær fyrstu vóru úr træ og høvdu avmarkaða livitíð

Hetta hevur verið brúgvin síðan 1933. Nú skal nýggj brúgv byggjast um ánna

- Arbeiðið at gera nýggja brúgv um Kirkjuá er farið í gongd, og hetta arbeiðið fer eftir ætlanini at taka eitt hálvt ár.

 

Soleiðis siga tey í Sørvágs kommunu, og her verður lagt aftrat, at brúgvin skal verða liðug hin 3. juni í 2026.

 

Arbeiðið varð boðið út, og fleiri boð komu inn. Tað var Sp/f Stroyður, sum vann útboðið og fer at standa fyri at gera nýggju brúnna.

 

Í eina tíð hevur ikki verið koyrandi um brúnna, men nú arbeiðið er farið í gongd, er øll ferðing um brúnna bannað, eisini til gongu.

 

- Víst verður til brúnna við Gamla skúla og brúnna við Dungasand.

 

Í skjølum hjá Sørvágs kommunu kann staðfestast, at tað eru 160 ár síðan, at fyrsta brúgvin varð bygd um ánna.

 

- Tað hava verið fimm brúgvar øll hesi árini, og tær fyrstu vóru úr træ og høvdu tískil avmarkaða livitíð.

 

Hendan seinasta varð bygd í 1933. 

 

- Tíðin er sostatt væl og virðiliga farin frá brúnni, sum er í ringum standi, og tann nýggja brúgvin fer eisini at hava ein gonguteig, sum ger ferðsluna eftir henni tryggari.

 

Hetta hevur verið brúgvin síðan 1933. Nú skal nýggj brúgv byggjast um ánna