Góða Elsa Berg.
Hvussu leingi skulu borgarar í Havn góðtaka, at Tórshavnar kommuna ikki handhevjar sínar egnu reglur?
Í meira enn eitt ár hava íbúgvar og handilsrekandi í miðbýnum klagað um ótolandi viðurskifti kring Blábar í Niels Finsens gøtu.
Vit hava skrivað. Vit hava klagað. Vit hava verið á fundum við kommununa. Politiið verður boðsent aftur og aftur. Onki hendir.
Og kommunan veit, at larmurin er ólógligur. Kommunan hevur sjálv latið gera ljóðmátingar. Tær vísa, at larmurin er langt oman fyri loyvda
markið. Kommunan hevur givið Blábar boð um at steðga harða tónleikinum um náttina.
Kortini hendir onki. Ólógliga virksemið sleppur at halda fram.
Hvat er eitt kommunalt krav vert, um kommunan góðtekur, at tað verður ignorerað?
Og larmurin er bara ein partur av trupulleikanum.
Blábar er blivin ein ein náttklubbur, sum tykist hava sum endamál at spæla tónleik so hart sum møguligt mitt um náttina, mitt í einum øki, har fólk búgva og reka handil. Hølini eru ikki serliga ljóðbjálvað, og vit seta álvarsligt spurnartekin við, um høvuðsdyrnar og hølini annars lúka tey krøv, sum eiga at galda fyri eitt slíkt virksemi.
Har eru bert tvey wc og eingin pissirenna. Úrslitið sæst hvørt vikuskifti.
Piss og spýggj uttan fyri dyrnar. Glaspetti, plastgløs, sigarettstubbar, snúsposar og pizzabakkar á gøtuni.
Leygar- og sunnumorgnar noyðast íbúgvar og handilsrekandi sjálvir út at vaska og rudda uttan fyri sínar egnu dyr.
Hetta er ikki tað, sum kallast ein livandi miðbýur. Ein livandi miðbýur er ikki ein býur í lógloysi.
Vit eru ikki ímóti tónleiki, skeinkistøðum ella ungum fólki í býnum. Men tað kann ikki vera prísurin fyri at búgva í miðbýnum, at ein skal góðtaka ótolandi ólógligan larm, manglandi náttarfrið, piss og spýggj við húsadyr – meðan kommunan hyggur at.
Tí spyrja vit borgarstjóran:
Hvussu leingi ætlar Tórshavnar kommuna at góðtaka, at boð frá kommununi sjálvari ikki verða fylgd? Galda somu reglur fyri øll í Tórshavnar kommunu – ella eru summi undantikin?
Vit hava havt nóg mikið av nyttuleysum fundum, frágreiðingum og snakki.
Nú vilja vit hava, at kommunan ger nakað við hetta.
Handilsrekandi og íbúgvar í miðbýnum í Havn











