Elskiligur og behagiligur kærleiki á Voxbotn

So er enn eitt navn komið á plakatina hjá Voxbotn, og tað er Lover Lover.

So er enn eitt navn komið á plakatina hjá Voxbotn, og tað er Lover Lover.

 

– Tá Lover Lover fara á pall, so er kærleiki í luftini, tað verður ein deilig løta við behagiligum fangandi poppi spældum á tveimum gittarum á einum forritaðum undirlagi og so hesar báðar deiligu røddirnar, ið teljast millum tær mest behagiligu í føroyskum tónleiki, skriva fyrireikararnir um bólkin við teimum báðum, Filip og Petur, sum eisini vera við á Okkara Voxbotn.

 

Okkara Voxbotn 2014 verður í Vágsbotni leygardagin 28. juni 2014. Umframt Lover Lover fara eisini L.O.C., Barbara Moleko, Return, Killer Queen, Swangah, Byrta, Grandma’s Basement, Jens Marni, Momo, Laila av Reyni, Urbanus, Voxbotn AllStars umframt onnur á pallin hendan dagin.