Elton John beindi fyri føroyskum konsertfelagi

Føroyska konsertfelagið, Five Star Entertainment er nú farið á húsagang. Tað var hetta felagið, sum legði hart út og fekk stór og ógloymandi tónleikanøvn, higar at spæla, millum annað Kris Kristofferson, síðani Brian Adams og at enda Elton John, sum spældi á á Tórsvølli í fjør.

Og tað var júst konsertin við Elton John, sum nú hevur beint fyri felagnum.

Dennis Holm, annar av stjórunum og ein av eigarunum í Five Star, sigur við Rás2, at høvuðsorsøkin til, at felagið nú gevur skarvin yvir, er, at tey seldu ov fá atgongumerki til Elton John-konsertina í fjør summar.

- Vit høvdu vónað og væntað at selja 5700 atgongumerki, men vit seldu bara 4500 og tað vóru ov fá til at tað mól runt, sigur hann.

Hann vísir eisini á, at felagið hevði eina góða fíggjar- og stuðulsavtalu við Eik, men hon fór í vaskið, tá Eik mátti geva skarvin yvir og endaði undir Fíggjarligum Støðufesti.

- Vit hava roynt at fáa fíggjarligu viðurskiftini aftur í rættlag í eitt hálvt ár, men nú gekk ikki longur, sigur Dennis Holm.

Skiftrætturin hevur nú sett Eyðbjørn Larsen, advokat, at vera fyribils bústjóra í felagnum. Hann skal nú gera eitt yvirlit yvir ogn og skuld til skiftifundin, sum verður í apríl.

Tá skal avtøkustjóri veljast, sum eisini skal taka støðu til, um nakað verður eftir til tey, sum eiga pening til góðar hjá felagnum.

Dennis Holm vil ikki siga, hvussu nógv felagið skyldar og hvørjum, felagið skyldar pening.

Men greitt er, at Taks er felagið, sum á sinni sendi Five Star Entertainment í skiftirættin.

Five Star Entertainment hevði góðar 200.000 krónur í halli bæði í 2008 og í 2009.