Elton John (62) og David Furnish (48) er vorðnir foreldur at einum dreingjabarni, sum er føtt jóladag. Drongurin, sum hevur fingið navnið Zachary Jackson Levon Furnish-John, vigaði 3598 gram. Hann er føddur í Kalifornia av kvinnu, sum soleiðis bar barnið hjá teimum báðum.
Elton John og David Furnish ynskja ikki at siga, hvør kvinnan er, sum bar sonin hjá teimum.
- Vit eru sera glaðir. Zachary er væl skaptur og hevur tað gott. Vit eru errin og eydnurík foreldur, siga teir báðir, Elton John og David Furnish.