Elton John, sum kemur til Føroyar í hesum mánaðinum, og maður hansara, David Furnish, selja nú úr klædnaskápinum hjá sær. Peningurin fer allur til Elton John AIDS Foundation. Hetta er ein størri hending, sum er á hvørjum ári, og sum kallast »Out of The Closet« - ella Úr skápinum.
Í ár verður útsølan á Russel Street 6-8 í London frá 11. desember til 20. desember.
Prísurin verður alt frá smáum 10 sterlingpundum til 2000 sterlingpund.
Sir Elton John sigur, at Out of The Closet er vorðin ein ótrúligur kjansur at savna pengar inn til Elton John AIDS Foundation.
- Vit fáa altíð ein ótrúligan respons frá almenninginum. Eg haldi, at øll tey tingini, sum vit keypa og njóta, kunnu hjálpa onkrum, sum er í neyð, serliga hesa ársins tíð. Tað rakar okkurt veruliga eymt punkt í fólki. Eg eri ótrúliga takksamur fyri stuðulin frá øllum til at fáa hetta at koyra, sigur Sir Elton John, sum nú er farin at fyrireika seg til stóru konsertina á Tórsvølli í hesum mánaðinum.