Hósdagin byrjar EM-endaspælið í hondbólti hjá monnum. Endaspælið verður leikt í Danmark, Noregi og Svøríki.
Vertstjóðin, Svøríki mannar innleiðandi bólk E saman við Niðurlondum, Kroatia og Georgia. Svøríki og Kroatia eru favorittar, men Niðurlond kunnu á einum góðum degi gera lívið súrt fyri Svøríki og Kroatia.
Bólkur E verður leiktur í Malmö Arena, har Føroyar koma at leika, um okkara vinna seg víðari til millumumfarið.
Skráin fyri bólk E:
17. januar: Kroatia – Georgia, kl. 17.
17. januar: Svøríki – Niðurlond, kl. 19.30.
19. januar: Niðurlond – Kroatia, kl. 17.
19. januar: Georgia – Svøríki, kl. 19.30.
21. januar: Niðurlond – Georgia, kl. 17.
21. januar: Svøríki – Kroatia, kl. 19.30.











