Visit Greenland væntar stóran vøkstur í ferðafólki

Grønland hevur verið rættiiga í fokus orsakað av hóttanunum hjá amerikanska forsetanum Donald Trump um yvirtøku av landinum

Í Visit Greenland vita tey at siga, at árið 2025 var eitt gott ár í ferðavinnuhøpi, og tey vænta, at 2026 kann gerast uppaftur enn betur.

 

2025 var eisini árið, har nýggja floghavnin í Nuuk læt upp við einari beinleiðis flogrutu til Newark Airport i USA.

 

Samstundis hevur Grønland rættiiga verið í fokus orsakað av hóttanunum hjá amerikanska forsetanum Donald Trump um yvirtøku av landinum.

 

- Meirilutin av aktørunum lýsa 2025 sum eitt gott - ella ógvuliga gott - ár við veksandi eftirspurningi og ferðafólkum úr ymiskum heraðshornum.

 

Men, tað eru eisini fleiri økir, har neyðugt er við betringum, um ferðavinnan í Grønlandi skal veksa og mennast. 

 

Avbjóðingar eru eitt nú við flutningsmøguleikum og seingjarplássum.

 

Í Grønlandi ásannar Visit Greenland, at áhugin fyri landinum hevur verið veksandi, nú so stórt fokus er á landið.

 

- Mett verður, at 2026 verður nógv størri í ferðavinnuhøpi enn 2025, um rammurnar kring ferðavinnuna verða betraðar.

 

Lesið  meira um hetta á heimasíðuni hjá grønlendska kringvarpinum - www.knr.gl