EM: Sigrar til Sveis, Spania og Italia

Her eru úrslitini og málskjúttarnir frá dagsins EM-dystum

Mynd: Scanpix

Í dag og í kvøld vóru ein dystur leiktur í bólki A og tveir dystir leiktir í bólki B í EM-endaspælinum í Týsklandi.

 

Í bólki A vann Sveis 3-1 á Ungarn.

 

Ungarn-Sveis 1-3 (0-2)

0-1 Kwadwo Duah ('12)

0-2 Michel Aebischer ('45)

1-2 Barnabas Varga ('66)

1-3 Breel Embolo ('93)

 

Týskland og Sveis hava trý stig hvør. Ungarn og Skotland hava einki stig. 

 

Komandi mikudag klokkan 17 spæla Týskland og Ungarn, og sama kvøld klokkan 20 spæla Sveis og Skotland.

 

Í bólki B vann Spania sannførandi 3-0 á Kroatia, og Italia vann hóast ein skelk aftaná bert 23 sekund 2-1 á Albania.

 

Spania-Kroatia 3-0 (3-0)

1-0 Alvaro Morata ('29)

2-0 Fabian Ruiz ('32)

3-0 Dani Carvajal ('45+2)

 

Italia-Albania 2-1 (2-1)

0-1 Nedim Bajrami ('1)

1-1 Alessandro Bastoni ('11)

2-1 Nicolo Barella ('16)

 

Spania og Italia hava trý stig hvør. Albania og Kroatia hava einki stig.

 

Komandi mikudag klokkan 14 spæla Kroatia og Albania. Komandi hóskvøld klokkan 20 spæla Spania og Italia.

 

Í morgin klokkan 14 spæla Póland og Niðurlond í bólki D. Klokkan 17 spæla Slovenia og Danmark í bólki C, og klokkan 20 spæla Serbia og Ongland í bólki C. 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Scanpix