Slovenia hevur vunnið seg víðari til millumumfarið úr okkara EM-bólki, bólki D.
Slovenia hevur júst vunnið 38-35 á Sveis í Unity Arena uttanfyri Oslo. Og tað var vorðið sum bragd, tí í steðginum var Sveis á odda 20-14. Men við einum frálíkum avriki í seinna hálvleiki knógvaði Slovenia sigurin.
Sveis var á odda bæði 23-14 og 27-19 í seinna hálvleiki, men við einum fantastiskum endaspurti vendi Slovenia dystinum. Nakað sum staðfestir, at teir eru eitt sterkt lið við einari sterkari siðvenju.
Slovenia hevði fýra toppskjúttar, ið skutu seks mál hvør. Teir vóru Andraz Makuc, Domen Makuc, Domen Novak og Blaz Janc.
Sveis hevði tveir toppskjúttar, ið skutu seks mál hvør. Teir vóru Noam Leopold og Gino Steenaerts
Fyrr í dag vunnu Føroyar 37-24 (19-12) á Montenegro.
Aftaná tvey umfør hevur Slovenia fýra stig. Føroyar hava trý stig, Sveis hevur eitt stig, og Montenegro er aftast við ongum stigi.
Týsdagin klokkan 17 spæla Montenegro og Sveis. Og Montenegro hevur nakað at spæla fyri. Tí við einum sigri fáa teir eina betri EM-endastøðu, og harvið møguleikan fyri einum væl betrum lutakasti til HM-undankappingardystirnar.
Týskvøldið klokkan 19.30 skulu Føroyar spæla móti Slovenia.
Um Montenegro vinnur ella leikar javnt móti Sveis, so vinna Føroyar seg víðari til millumumfarið í Malmö Arena.
Um Sveis vinnur ein minni sigur á Montenegro, teir hava í løtuni málmunin minus trý mál, og Føroyar hava pluss 13 mál, so er møguligt hjá Føroyum at vinna seg til millumumfarið við einum minni tapi fyri Slovenia. Men okkara fara sjálvsagt eftir sigrinum týskvøldið.











