Bæði næmingafelagið í Danmark og politiska ungmannafelagið hjá Vinstra-flokkinum eru samd um, at lærararnir skulu upp til roynd, á sama hátt sum næmingarnar (sí aðra grein á síðuni).
Hesa ætlan, hvørs hugskot kemur úr USA, halda donsk skúlafólk lítið um. Og tað ger formaurin í føroyska lærarafelagnum eisini. Magnus Tausen hevur nevniliga sjálvur roynt at starvast sum lærari í USA.
Lærararnir í USA vóru nevniliga nógv merktir av, at næmingarnir skuldu til roynd á hvørjum ári.
- Henda royndin gjørdi av, um lærarin fekk lønarhækkan ella kanska varð sagdur úr starvi, greiður Magnus Tausen frá.
Tørv á betri skipanum
Í USA var undirvísingin løgd soleiðis til rættis, at næmingarnir gjørdust serfrøðingar í at loysa júst hesar royndaruppgávurnar.
- Undirvísingin var tí als ikki nøktandi, men næmingarnir stóðu seg framúr væl í royndunum, sigur Magnus Tausen.
Hann vísir á, at vit í Føroyum eru helst einki undantak, tá ið tað kemur til fakligan førleika hjá lærarum, eins og tað er galdandi fyri aðrar verkabólkar í Føroyum.
- Vit mugu tí fáa nógv betri skipanir, tá ið tað kemur til eftirútbúgving hjá lærarum. Sjálv læraraútbúgvingin skal bara vera byrjanin til lívslanga læru.
- Nýtt tilfar og nýggir miðlar broyta skúlan og alt samfelagið so skjótt, at ein og hvør útbúgving "eldist" skjótt, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.
Eitt negativt stempul
Í greinini verður víst á, at í 1984 dumpaðu 10 % av lærarunum, tá royndirnar vórðu innførdar av táverandi guvernørinum, Bill Clinton.
Tað, sum er ódámligt í hesi skipinini, er, at lærarar skulu til roynd og kunnu dumpa.
Ætlanini við skipanini var tí ikki á nakran hátt at gera lærararnar dugnaligari, men heldur at stempla teir sum ódugnaligar.
- Lærarar eru ymiskir, og tað er ómøguligt at seta ein frymil á hvat tann "góði lærarin" er, tí eingin lærari kann rúma øllum.
- Tí kann tað meira enn so koma fyri, at í teimum 10 %-unum sum dumpaðu eru stak dugnaligir lærarar. Men teirra dugnasemi var kanska ikki so lætt at máta, sigur Magnus Tausen.
Neyðug PISA-kanning
Í næstum fer Mentamálaráðið at skipa fyri teim sonevndu PISA-kanningunum.
Í øðrum londum hava hesar kanningar ført við sær, at lærarar rættiliga eru komnir í andglettin. Serliga í Danmørk hevur hetta verið ein trupulleiki.
- Men, slær Magnus Tausen fast. - Tað ger ongan skúla betri, at lærarar verða hóttir við uppsøgn.
- Landsstýrismaðurin í mentamálum eigur, í sambandi við 2015 visiónina at styrkja møguleikarnar hjá lærarum at útbúgva seg meira. Sjálv læraraútbúgvingin skal eftir ætlanini verða broytt, men tað er ikki nóg mikið.
Við PISA-kanningini kunnu vit bera okkara skúlaskipan saman við aðrar. Tað kann verða brúkt skilaliga, t.d. við at styrkja læraraførleikan.
- Vit mugu staðfesta, at eingin útbúgving er tíðarleys. Reglulig eftirútbúgving má til.
- Eitt tað fremsta málið hjá Lærarafelag verður at tryggja, at tað gerst úrslitið av PISA-kanningini, sigur formaðurin at enda.