Endamálið er veita góða tænastu til útlendsk skip

Í sambandi við at nýggja fyritøkan Faroe Agency er stovnað, var móttøka Yviri við Strond fríggjadagin 8. oktober. Fleiri hundrað fólk stukku inn á gólvið at heilsa upp á nýggju eigararnar

Herfyri lat ein tann royndasti føroyingurin innan shippingvirksemi, Árni Dam, upp fyritøkuna Faroe Agency saman við Karl Erik Reynheim, Mariu Lava og Ivan E. Moskalenko. Fyritøkan heldur til Yviri við Strond í Havn. Árni hevur sjálvur starvast við hesum slagi av virksemi síðan 1978.

Endamálið við nýggju fyritøkuni er fyrst og fremst at veita tænastur til útlendsk skip, ið koma til Føroya.

Faroe Agency skal fyrst og fremst virka sum port agents fyri fremmand skip. Tað vil siga, at teir taka sær av øllum tí praktiska viðvíkjandi pappírum, loyvum, møguligari útskifting av manning saman við Atlantic Airways, proviant og øðrum í sambandi við, at eitt fremmant skip kemur til Føroya.

Árni Dam segði í røðu síni m.a. at tá hann byrjaði við agency virkseminum, høvdu teir 64 skip fyrsta árið, og í fjør var talið næstan tíggjufaldað. Teir fóru undir Faroe Agency fyri at tryggja at arbeiði var á føroyskum hondum, og at atlit verða tikin fyri føroyska samfelagnum í arbeiðinum, soleiðis at talið av skipum framhaldandi kann økjast.

Samstarvið við russar hevur øll árini verið ein grundarsteinur í agency arbeiðinum, og síðan Árni í fjør gjørdist russiskur konsul, er hetta arbeiði nógv vaksið.

Útlendsk reiðaríir hava stóran áhuga fyri Føroyum, og síðani nýggja fyritøkan lat upp, hava teir fingið hópin av uppringingum úr útlandinum.