Mjølnir-Fram 3-2
(12-15, 15-9, 10-15,
17-15, 15-11)
Hóast alt var avgjørt longu undan dystinum í Klaksvík, so var kortini æran at spæla um, og hana ætlaðu klaksvíkingar ikki at lata frá sær uttan dyst.
Trupult hevur verið hjá klaksvíkingum at fáa glið á spælið í ár, serlia tí at teir hava mist so nógv fólk av liðnum, sum í fjør vann meistaraheitið.
Men nú árið fór at halla sá bjartari út, tí tveir teirra komu afturíaftur. Men tað er ikki bara sum at siga tað, at spæla eitt nýtt lið saman, og tað hava klaksvíkingar sanna í ár.
Hjá Fram er støðan tann sama. Teir hava eisini mist týdningarmiklar leikarar frá í fjør, og tað hevur verið sjónligt í ár.
Tað byrjaði annars rættiliga javnt í Klaksvík. Liðini fylgdust í byrjanini, men so fótaði Fram sær og legði seg klárt framum. Teir fingu settbólt, og øll væntaðu, at nú var liðugt, men Mjølnir kom afturíaftur, og mundi fingið Fram aftur. Settið endaði 15-12 til Fram.
Skiftust um at vinna
Næsta settið tók Mjølnir seg saman. Teir hvødu víst, at teir kundu hótta Fram og við skilgóðumspælið vunnu teir annað sett 15-9.
Kjartan Hansen, sum ikki hevur leikt so nógv í ár, kom inn, og ta hjálpti ógvuliga væl.
Í triðja sett vaknaði Fram aftur. Teir vendu negativu gongdini og løgdu trýst á Mjølnir, hóast klaksvíkingarnir vóru farnir væl framum.
Hetta hjálpti og áðrenn Mjølnirleikararnir vistu av var Fram farið framumaftur og hetta var meir enn klaksvíkingarnir kláraðu at taka. Fram vann setti 15-10.
Fjórða sett mátti Mjølnir vinna, um teir skuldu gera sær nakrar vónir um sigurin.
Men tað kom ikki gongd í fyrr tað næstan var ov seint. Fram var væl frammanfyri, og hevði enntá ein match-bólt, men kláraði bara einki at gera við hann. Hesum gjørdu klaksvíkingar sær dælt av, og teir vunnu hetta sera spennandi settið 17-15.
Í fimta og seinasta settið var tað Mjølnir, sum hevði munin. Teir høvdu barst seg úr myrkrinum í fjórða setti og tað gevur styrki.
Hesa styrki brúktu Mjølnir-leikararnir til at vinna fimta sett, og tað endaði 15-11. Mjølnir vann sostatt dystin 3-2 og tað var nakað, sum frøddi áskoðararnar í KÍ-høllini.