Seinastu árini er nógv gjørt fyri at basa harðskapi í parløgum og nærsambondum. Nýggi leiðarin heldur tað vera týdningarmikið, at Kvinnuhúsið er grundað á føroysk viðurskifti, og tað krevur gjølla vitan um støðuna hjá teimum sum eru fyri harðskapi
Tá Kvinnuhúsið herfyri leitaði eftir nýggjum leiðara, var tað við yvirskriftini, Vilt tú gera mun? Henda yvirskriftin fangaði áhugan hjá Asløg Schytter Andersen. Hon hevur cand.mag. útbúgving í mannfrøði, við sergrein í javnstøðuviðurskiftum, og kemur úr einum starvi hjá Landsverki.
- Hetta kann tykjast, sum at hetta er eitt stórt lop, men eg havi ikki verið úti og asfaltera, sigur Asløg og flennur.
Hjá Landsverki arbeiddi hon við samskifti, leiðsluráðgeving og skipanarmenning. Hetta eru royndir, sum hon tekur við sær í nýggja starvið. Asløg Schytter Andersen tekur við 1. juni, og fyrstu tíðina ætlar hon at kunna seg um virksemið í Kvinnuhúsinum. Fleiri av starvsfólkunum, og tey sjálvbodnu, hava arbeitt í Kvinnuhúsinum í nógv ár.
- Eg vil fegin práta við starvsfólkini sum tað fyrsta og læra av teimum, tí tað hjálpir mær at leggja eina greiða ætlan. Eg havi starvsfelagar, sum duga námsfrøðiliga arbeiðið, og at ráðgeva harðskapsraktumm. Eg síggi millum annað mína uppgávu sum eina samskiftisuppgávu. At vísa á arbeiðið sum vit gera, og kunna um hjálpina, sum vit veita, tað er serliga týdningarmikið nú vit hava fingið fleiri málbólkar.
##med2##
Kvinnuhúsið hevur økt um sítt virksemi seinastu árini. Í 2023 byrjaði ambulanta ráðgevingin “Liv uttan harðskap”, sum er fyri menn og kvinnur sum eru, ella hava verið fyri harðskapi í parlagi ella nærsambondum. Ráðgevingin er eisini ætla avvarandi og bjóðar ókeypis viðtalur við harðskapsfakligar ráðgevar, samrøðubólkar og viðtalur við sálarfrøðing eftir tørvi.
Asløg Schytter Andersen ætlar eisini at arbeiða við at fyribyrgja harðskapi.
- Tað er trupult at fyribyrgja, men ein partur av fyribyrging er, at vit øll fáa betri vitan um harðskap í parløgum, hvussu tað ávirkar tann sum er fyri harðskapi, og hvat vit kunnu gera fyri at hjálpa. Hetta kunnu vera truplar samrøður, men vit skulu royna at røkka teimum ungu.
##med3##
Kvinnuhúsið arbeiðir við tráðfylging, likamligum, sálarligum, kynsligum, materiellum, fíggjarligum og talgildum harðskapi.
- Talgildi harðskapurin er ein heimur fyri seg, tí vit liva í einum sera talgildum heimi. Og tað er týdningarmikið at seta hetta á breddan.
Talgildur harðskapur kann vera, um intimar myndir ella filmsbrot, verða deild øðrum uttan samtykki frá tí avmyndaða.
Tað er eisini talgildur harðskapur, um persónligar upplýsingar verða deildar alment, og hetta førir til ágangandi atferð á talgildum miðlum. At nýta sporing á bilum, og at hava eftirlit við telduposti, vangum á sosialum miðlum, og telefonini hjá makanum er eisini talgildur harðskapur.
Skulu hava vitan um harðskap í Føroyum
Asløg Schytter Andersen heldur, at tað er týdningarmikið at virksemið hjá Kvinnuhúsinum tekur støðið í føroyska samfelagnum, og tí er neyðugt at fáa vitan til vega.
- Vit fáa nógv tilfar úr Danmark, men Føroyar eru eitt øðrvísi samfelag, og tí mugu vit vita meira um, hvussu støðan er í Føroyum. Vit noyðast at hava fleiri hagtøl og kvalitativar dátur.
Fyri at varnast harðskap í parløgum og nærsambondum verða ymiskar kanningar gjørdar, og hesar eru ymiskar frá landi til land.
- Vit skulu vita meira um, hvussu harðskapurin fer fram lokalt. Síðani seta vit kanningarátøk í verk, soleiðis at vit fanga harðskapin.
##med4##
Kvinnuhúsið fær umleið tríggjar fráboðanir um dagin. Størsti partur av fráboðanunum kemur frá kvinnum, men fráboðanir koma eisini frá monnum.
- Tríggjar fráboðanir um dagin eru nógvar fráboðanir, harafturat vita vit, at í smáum, tætt knýttum samfeløgum hava vit stór myrkatøl.
Asløg Schytter Andersen hevur sergrein í kyn og javnstøðuspurningum, hon heldur, at tað er týdningarmikið at vit tosa um skommina sum harðskapurin hevur við sær.
- Hóast tann sum er fyri harðskapi ongantíð hevur skuldina í tí sjálvur, kenna nógv til skomm, bæði menn og kvinnur. Eitt nú kann tað at vera maður, og verða fyri harðskapi í parlagnum, passa illað við myndini av tí stóra og sterka manninum.
Kvinnuhúsgrunnurin hevur keypt Argja kirkju, og ætlanin er at Kvinnuhúsið yvirtekur bygningin fyrst í 2028, tá nýggj kirkja er bygd á Argjum.
- Vit hava veruliga tørv á nýggjum kørmum.
##med5##














