Týsdagin hin 9. juni klokkan 17 verður minnispláta avdúkað í Limmulundini í Leirvík. Tá eru liðin 50 ár, síðani Olivia Joensen gróðursetti fyrsta træið.
- Hugnaløtan verður hildin við røðum, felagssangi og kórsangi. Haraftrat bjóðar kommunan heitt at drekka og søtt afturvið.
Tað siga tey í Eysturkommunu í dag.
Við løtuna fer mentanarleiðarin í Eysturkommunu at bjóða vælkomin, og síðan verður felagssandur.
Tað verður borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, sum fer at avdúka minnisplátuna.
Síðan fer Kvinnukórið at syngja, og røða verður hildin.
- Síðan verður aftur felagssangur, og eftir tað verður kaffi og kaka at fáa, siga tey í Eysturkommunu.
##med2##











