Í einmansleiki hjá monnum er finalan millum Ragnar Egilsson og Róa Agnarsson, báðir úr Tór.
Hetta er ein endurtøka av finaluni frá í fjør, tá Ragnar vann sítt fyrsta FM-heiti í bestu deildini.
Ragnar hevur eisini vunnið Grand Prix í ár. Grand Prix kappingarnar kunnu eisini kallast landskappingin í borðtennis, tí hesar verða leiktar í 6 umførum gjøgnum veturin.
Ragnar.
Eisini hjá kvinnunum verður finalan í ár ein endurtøka frá í fjør.
Aftur hesa ferð eru tað Rakul Mikkjalsdóttir og Marin í Dali, báðar úr Tvøroyrar Borðtennisfelag, sum bresta saman.
Í fjør vann Rakul hesa finaluna 3-2 eftir at hava verið aftanfyri 0-2 í einum sera tøttum dysti, og í ár hevur Marin vunnið Grand Prix kappingina, so lítið er at ivast í, at hetta verður sera spennandi aftur í ár.
Fyrrapartin leygardagin verða eisini nakrar aðrar finalur í borðtennis.
Í tvímansleiki hjá kvinnum kappast Rakul Mikkjalsdóttir og Marin í Dali úr TBF móti Annbritt og Eyðbritt Holm úr Royn, og í tvímansleiki hjá monnum verða tað Rói Agnarsson og Ragnar Egilsson úr Tór, sum fara at kappast móti Fróða Jensen úr TBF og veteraninum Peter Niclasen úr Tór. At enda verður so blandaður tvímansleikur, har Ragnar Agnarsson úr Tór og Marin í Dali úr TBF fara at kappast móti Fróða Jensen og Rakul Mikkjalsdóttir, bæði úr TBF.