Javnaðarflokkurin hevur ta seinastu tíðina dyrgt dúgliga eftir atkvøðum á sambandsveinginum. Tað hevur flokkurin gjørt við at útnevna seg sjálvan sum ”samríkisflokk” og við at mæla til at gera ein alliansu við Sambandsflokkin áðrenn tilstundandi løgtingsvalið.
Sambandsflokkin hevur tikið væl ímóti hesum boðum, hóast vit vistu, at tað fór at kosta okkum nakrar atkvøður. Ongantíð betur, enn at vit verða fleiri um at verja ríkisfelagsskapin, sum hevur alstóran týdning, nú tey í londunum rundanum okkum aftur eru farin at tosa um eina hóttandi búskaparkreppu.
Í hesum valskeiðinum hava vit sæð, hvussu stóran týdning ríkisfeagsskapurin hevur, tá ástendur. Tey sum ikki áttu partabrøv í bankanum, sum fór av knóranum, mistu ikki eina krónu, tí gjøgnum ríkisfelagsskapin vóru føroysku bankarnir partur av donsku bankapakkunum.
Jú víst hava Føroyar harðliga brúk fyri einum samríkis-Javnaðarflokki.
Men í morgun brast bumban!
Tann nýggi samríkisflokkurin í sambandsalliansuni hevur valt at stilla Sjúrð Skaale upp til komandi fólkatingsval.
Ikki tí - ta tíðina, eg havi sitið á løgtingi, havi eg havt eitt gott samstarv við Sjúrð Skaale. Hann er bæði dugnaligur og sakligur, og dugir at samstarva við allar partar. Men lat ongan iva vera um, at hann er fullveldismaður. Og henda fullveldismannin ætlar Javnaðarflokkurin at senda niður á fólkating.
Tann avgerðin verður neyvan ein styrki fyri ríkisfelagsskapin og sambandsalliansuna.