Enn ein stórdystur hjá ÍF Føroyum

Forkunnugur fótbóltsdystur verður í Gundadali leygardagin, tá ovasta føroyska fótbóltsliðið í løtuni og útisetarnir í ÍF Føroyum bresta saman í venjingardysti.

 

Fyrst og fremst er dysturin ein sjáldsamur møguleiki hjá føroyingum, at síggja fleiri av landsins bestu fótbóltsútisetum á vøllinum og soleiðis fáa eina ábending um, hvat støðið føroysku útisetarnir í Keypmannahavn eru á.

 

Harumframt er tað fyrsti dysturin nakrantíð, har brøðurnir Mikkjal og Andras Thomassen skulu dystast hvør móti øðrum. Mikkjal sum venjari fyri B36 og Andras fyri ÍF Føroyar. Eisini er tað fyrstu ferð, at Mikkjal skal spæla ímóti ÍF Føroyum, sum hann umboðaði, tá hann hann búði í Danmark.

 

Fyrr í ár spældi ÍF Føroyar steypakappingardyst ímóti søguríka BK Frem, har tað var um reppið, at føroyingarnir spældu seg víðari. Leygardagin er bert talan um venjingardyst, men Andras K. Thomassen, venjari, sigur, at teir taka dystin í størsta álvara.

 

- Vit ynskja at vísa føroyingum, at vit hava eitt sera sterkt lið í Keypmannahavn, sum kann taka kappingina upp við tey bestu í Føroyum. Mangan verður spurt hvørjum støði, vit eru á. Leygardagin ynskja vit at vísa, at vit høvdu staðið okkum í bestu føroysku fótbóltsdeildini, sigur Andras K. Thomassen, venjari hjá ÍF Føroyum

 

Dysturin millum B36 og ÍF Føroyar verður leygardagin á Ovara vølli í Gundadali í Havn leygardagin klokkan 17.00, og venjarin hjá ÍF Føroyum hevur úttikið hesar leikararnar:

 

Rókur av Fløtum Jespersen, Páll Mohr Joensen, Emil N. Leifsson, Pætur M. Dahl, Jóhan Petur Holm og Rani D. Christiansen úr HB, Jóhan V. Gunnarson, Ásbjørn V. Jøkladal og Bergur Midjord úr B36, Hanus Eliasen úr ÍF, Steffan Kalsø úr KÍ, Magni Høgnesen úr LÍF/Víkingur, Jákup Olsen úr VB/FC Suðuroy, Trygvi Askham úr 07 Vestur og Bárður Danielsen frá Skála.