Enn ógreitt hvar Gerhard fer

Tað er framvegis ikki greitt, um Gerhard Lognberg verður partur av tingmanning Sambandsfloksins, sum tað annars hevur ljóðað.

 

Tað er framvegis ikki greitt, um Gerhard Lognberg verður partur av tingmanning Sambandsfloksins, sum tað annars hevur ljóðað.

 

Gerhard Lognberg vil einki siga um málið í morgun, men sigur, at vit nokk skulu frætta.

 

Alfred Olsen, sum er formaður Sambandsfloksins á tingi sigur, at tingbólkurin ikki hevur viðgjørt hetta málið. Spurdur um tey ikki hava fingið eina umbøn frá Gerhardi Lognberg um at koma upp í tingbólkin, sigur hann, at tað hava tey ikki.

 

– Um so er, so tosar hann ikki við meg, men við formannin ella næstformannin í flokkinum, sigur Alfred Olsen.

 

Les eisini: Gerhard fær Sambandið aftur á fremsta bonk

www.in.fo/news-detail/news/gerhard-faer-sambandid-aftur-a-fremsta-bonk/

 

Á løgtingsvalinum 29. oktober í 2011 gjørdist Sambandsflokkurin størsti flokkur. Í løgtinginum er siðvenja, at størsti flokkur situr fremst í tinginum – beint aftan fyri landsstýrisfólkini. Men hóast Sambandsflokkurin var størstur, so fekk Fólkaflokkurin – eins og Sambandsflokkurin, átta tingfólk. Men av tí at Janus Rein er farin upp í Fólkaflokkin, hevur Fólkaflokkuin nú níggju tingfólk. Tí er hann fluttur fram um Sambandsflokkin í tingsalinum.

 

Um so verður, at Gerhard Lognberg fer upp í Sambandsflokkin, so kann flokkurin soleiðis vinna Fólkaflokkinum neisur og flyta framumaftur, tí tá hevur flokkurin við flestu atkvøðunum eisini hægsta tingfólkatalið í løgtinginum.