Í hesi grein mínari fari eg at nema við, at útreiðslurnar hjá almenna geiranum vaksa nógv skjótari enn inntøkurnar, og at tað er avmarkað, hvussu nógv er møguligt at fáa inn í meira skatti. Vit kunna øll ynskja okkum fleiri og betri almennar tænastur, men ein fyritreyt fyri vøkstri í almennu tænastunum er, at hesar tænastur, uppá longri sikt, kunna gjaldast uttan lántøku, og fyri at hesar tænastu frá almennari síðu framhaldandi skula standa við, krevst búskaparvøkstur. Trupulleikin er í løtuni, at við verandi skatta og avgjaldspolitikki ber illa til at ímynda sær størri búskaparvøkstur, tí verandi arbeiðsmegi fast nærum ikki at arbeiða meira, orsakað av høgum marginalskatti. Í løtuni hava vit eitt arbeiðsloysi uppá áleið 7,7% og minkar hetta nakað, kanska eini 3%, ber illa til at hugsa sær, at størri búskaparvøksturin kann koma frá at hava fleiri í arbeiði, serliga havandi í huga, at vit hava avmarkingar fyri at fáa nýggja arbeiðsmegi til landið.
Hvørja loysn kann ein ímynda sær?
Hægri skatt, ella sum onkur er farin at nevna tað, “at breiðka skattagrundarlagið”, er neyvan loysnin, tí skattatrýstið er longu so høgt, at tað ávirkar virkishugin hjá fólki.
Neyðugt verður at hyggja at útreiðslunum soleiðis, at vit í fyrsta umfari fáa betur javnvág millum inntøkur og útreiðslur, samstundis sum vit fara í holt við at føra ein skatta og avgjaldspolitikk, ið eggjar til størri virksemi.
Nevndu átøk kunna sjálvandi ikki standa einsamøll, men eru ein byrjan. Onnur átøk, sum at skipa betri og meira langtíðar tryggjaðar karmar við tvørpolitiskum semjum fyri vinnuna sum heild, eru neyðugar samstundis, sum politiski myndugleikin má halda sær at stýra vinnuni í smálutum.
Meginreglan um, at vit muga hava ráð at gjalda fyri almennu tænasturnar, sum vit seta í verk, uttan lántøku, má vinna frama, soleiðis at hesa tænastur framhaldandi kunna standa við, og tað ikki er neyðugt at broyta hesar ár undan ári, til stóran ampa fyri borgaran, ið móttekur hesar tænastur.
Gongdin í almennu útreiðslunum
Ein frágreiðing gjørd av Fíggjarmálaráðnum 17. august 2010 um fíggjarviðurskiftini vísir, at inntøkurnar í tíðarskeiðinum frá 2000 til 2010 vuksu við 18% meðan útreiðslurnar í sama tíðarskeiði er hækkað við 72%. Úrslitið er, at vit í hava eitt hall á fíggjarlógini, sum áhaldandi liggur væl omanfyri ein hálva milliard.
Ger vit eina mynd, ið vísir gongdina síggja vit kanska betur at útreiðslurnar vaksa javnt og samt í tíðarskeiðinum, meðan inntøkurnar slettis ikki fylgja við.
Í tíðarskeiðinum er tað serliga árini 2001/2002 og árið 2008 at vit hava størri lop í útreiðslunum. Tað eru búskaparfrøðingar, ið ikki halda, at tað at koyra við undirskoti er nakar størri trupulleiki, men havandi í huga gongdina tey seinastu árini, har vit hava økt munandi um útreiðslurnar uttan at inntøkurnar fylgja við, má takast í álvara. Ein uggi er at skuldin í 2006 er eina helvt av skuldini í 1997. Skuldin í 2010 er tó hækkað við umleið 50% í mun til 2006, tí er neyðugt at venda gongdini. Avleiðingin av verandi gongd verður, at vit koma at brúka alt størri part av fíggjarlógini til rentur, og fyri at gera ilt verri, er tað vandi fyri rentustøðið hækkar, orsakað av verri rating frá Moody’s. Heldur verandi gongd fram, er vandi fyri at vit líða sonevnda “rentudeyðan”.
Nú kundi ein ímynda sær, at trupulleiki loysti seg sjálvan við størri búskaparvøkstri, men her er ikki nógv troyst at heinta, tí forsagnirnar meta, at búskaparvøksturin verður eitt stað millum 2% og 5% komandi árini, sum ikki er nokk til at lyfta vøksturin í útreiðslunum.
Ein frágreiðing uppá stóru broytingina í almennu útreiðslunum kundi verið at tað vóru fleiri ung og eldri, sum tørva einhvørja veiting.
Havi gjørt ein talvu, sum vísir talið av fólkum 18 ár og yngri umframt 67 ár og eldri. Talvan vísir, at tað ikki eru fleiri ung, meðan tað er ein ávísur vøkstur av eldri 67 ár og eldri. Samlað sæð, er hetta tó bert ein vøkstur uppá 5%, so ein broyting í fólkasamansetingini er ikki frágreiðingin uppá vøksturin innan almennu útreiðslurnar. Talan er soleiðis um eina uppraðfesting innan ávís øki.
Er loysnin at hækka skattin?
Av ávísum bólkum verður áhaldandi ført fram, at tað ber til at krevja meira inn í skatti og avgjøldum, tvs. leggja fleiri byrðar á privat fólk og virkir. Summi hava funnið eitt minni neiligt orðaval og kallað tað “at breiðka skattagrundarlagið”. Hetta er hvørki realistiskt ella skilagott.
Fylgjandi yvirlit sum KPMG hevur gjørt vísir, at Føroyar hava ein sera høgan marginalskatt. Yvirlitið vísir, at Føroyar liggja ovast.
Marginalskatturin er í ávísum økjum av landinum 62,5%. Hetta merkir við øðrum orðum, at av hvørjum 100 kr. seðla ið ein forvinnur, fær man bert 37,5 kr. í lumman. Um ein keypir vørur fyri hesar 37,5 kr. fara í minsta lagið 7,5 kr. til landskassan í mvg. Ella sagt við øðrum orðum, at tað í hægsta lagið fara 30 kr. til keyp av vørum og tænastum. Keypir ein vørur, ið hava onnur avgjøld eisini, so sum góðgæti, bilar og annað, tá hækkar skatturin upp aftur meira.
Trupulleikin verður rættiliga eyðsýndur um vit hyggja at yvirlitinum, sum TAKS hevur gjørt fyri landsskattin fyri 2011. Yvirlitið á heimasíðuni www.taks.fo/00023/00027/01036/01042/ hjá TAKS vísir fylgjandi mynd.
Myndin vísir at um ein forvinnur kr. 250.000,- um árið ella kr. 20.833,- um mánaðin, so rindar ein næst hægst marginalskatt, harafturat kemur kommunu- og kirkjuskattur. Hetta merkir at meginparturin av lønmóttakarunum verða raktir av høgum marginalskatti, ikki bert háinntøkurnar.
Buskaparráðið sigur í 2010 at: “Ov høgur marginalskattur er skaðiligur fyri produktivitetin í einum
búskapi”
Hví er høgi marginalskatturin ein trupulleiki? Heilt einfalt, tí virkishugurin hjá fólki minkar. Í 2006 vístu kanningar hjá Rockwool Fonden í Danmark á, at um man – lækkaði- topskattin í Danmark, vildi hetta viðført – hægri - skattainntøkur til statin. Hetta bleiv av mongum tulkað sum um, at Danmark var farið upp um tað optimala skattatrýsti/satsin í Laffer kurvini. Føroyski og danski marginalskatturin á lønum er á stórt sæð sama støði.
Kurvan her verður nevnd Laffer kurvan, og grundhugsjónin við henni er, at tú kanst hækka skattatrýstið til eitt ávíst, men fer trýstið uppum eitt ávíst, lækka skattainntøkurnar aftur, tí virkishugi hjá fólki minkar, harafturat fáa vit eina økingin í svørtum arbeiði vm.. Í “Economic Outlook No. 86” staðfestir OECD, at høgur marginalskattur á inntøkuskatt er ein forðing fyri búskaparvøkstri. Aðrar kanningar vísa tað sama. Kanningarnar vísa at arbeiðsútboði minkar so hvørt, sum marginalskatturin økist m.a. Prescott (2004) Fredriksen (2001). Arbeiðsútboðið er m.a. tengt at, hvussu nógvar vørur og tænastuveitingar ein kann keypa fyri ein eyka tíma til arbeiðis. Lønarskatturin minkar um tann tøka peningin. Um ein t.d. skal eisini skal gjalda mvg av hesi vørunum, so verður enn minni eftir at gjalda fyri vøruna og úrslitið er tí, at tað verður minni áhugavert at arbeiða tann eyka tíman. Hatta merkir við øðrum orðum, at tað verður meira attraktivt at halda frí.
Eg havi her víst til kanningar og teoretisk ástøði sum vísir, at tað ikki er skilagott at hækka skattin í Føroyum, men tað øvugta. Tosar tú við arbeiðsgevarar og onnur, sum hava fólk í arbeiði verður hetta staðfest. Hugurin hjá starvsfólki at arbeiða yvir ella arbeiða leygardagar er sera avmarkaður av tí einføldu orsøk, at tey siga seg ikki hava nakað eftir. Fyri samfelagið, sum heild, kann hetta merkja, at aktivitet støðið verður lægri enn neyðugt, meðan tað fyri tað einstaka virkið merkir at kapital apparatið stendur óvirkið, hetta hækkar um eindarkostnaðin og minkar um kappingarførið.
Soleiðis er niðurstøðan hon, at tað er ikki skilagott at hækka skattin, tí vit longu hava eitt sera høgt skattatrýst.
Niðurstøða.
Tað ber illa til at ímynda sær, at føroyska samfelagið sleppur undan at tillaga seg tann beiska veruleika, at vit í løtuni lána til nýtslu. Sum eg havi víst á, er loysnin ikki, sum ávís áhaldandi føra fram, at “breiðka skattagrundarlagið” (hægri skattir og avgjøld).
Jú skjótari vit, flest øll, verða samd um at vit hava ein trupulleika, og harfrá miðvíst fara at arbeiða við at fáa javnvág millum inntøkurnar og útreiðslurnar hjá landskassanum umvegis eina miðvísa raðfesting, jú skjótari kunna vit miðsavna okkum, um at skapa ein búskaparvøkstur, umvegis lægri marginalskattir og ein virknan vinnupolitikk.
Tað, ið her verður sagt, skal ikki misskiljast á tann hátt, at tað er møguligt, í verandi støðu, at lækka skattin og hækka almennu útreiðslurnar um somu tíð, við tí próvgrund, at tann sokallaði multiplikatoreffektin og harav avleiddi búskaparvøkstrin økir um almennu inntøkurnar. Undanfarin landsstýri hava roynt hetta kynstur við óhepnum avleiðingum. Tá nógvur aktivitetur frammanundan er í samfelagnum og arbeiðsloysið er minkandi, so er vandi fyri, at slíka átøk bert skapa inflatión, sum skaðar kappingarføri hjá útflutningsvinnuni, ið aftur merkir minkandi búskap og færri krónur til almennar tænastur. Stutt sagt, noyðast vit at skapa pláss fyri vøkstrinum.
Tað er ein beisk sannroynd at tann skilabesti vegurin úr hesari búskaparligu naggatódn Føroyar eru endaðar í, er at fáa javnvág millum almennu útreiðslurnar og inntøkurnar, soleiðis at pláss er fyri einum minkandi marginalskatti, sum saman við einum virknum vinnupolitikki vil skapa búskaparvøkstur. Ein búskaparvøkstur okkum tørvar, fyri at varðveita tænastustøði innan almenna geiran.