Er nøgdur við trygdina á Bátahugnanum (Rás2)

(Rás2) Trygdarstjórin hjá Smyril Line, Kristian Dahl hevur eygleitt trygdina á Bátahugnanum í Hvalvík

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna reportarin hjá Rás2, Vilmund D. Jacobsen gjørdi við Kristian Dahl á Argjum, ið mong hava kent sum løgreglumann. Kristian er eisini vallarvarpari hjá AB úti í Vika á Argjum.

 

Kristian Dahl er í farloyvi frá starvinum sum løgreglumaður í eitt ár. Hetta árið starvast hann sum trygdarstjóri hjá Smyril Line, og hann staðfestir, at talan er um eitt spennandi og mennandi starv.

 

Kristian Dahl hevur eygleitt trygdina á Bátahugnanum í Hvalvík í dag, og hann er væl nøgdur við hvussu góð trygdin er hjá bæði eldri og yngri gestum, ið eru komin til Bátahugnan.