Støðan er akutt á Landssjúkrahúsinum. Fleiri serøki liggja í andaleypi og starvsfólk rópa neyðarróp. Men hvørki samgonga ella landsstýrismaður tykjast taka støðuna í álvara.
Støðan á Landssjúkrahúsinum er nú so álvarlig, at undirritaða nærum dagliga fær áheitanir frá starvsfólkum og brúkarum. Orð sum mistrivnaður, læknatrot, sparingar og vantandi virðing fyri fakkunnleikanum ganga aftur.
Nógv bendir á, at landsstýrismaðurin er farin í hernað móti serlæknum á Landssjúkrahúsinum. Hann er helst sperdur av fíggjarligu kørmunum, sum hansara egna samgonga hevur stungið út í kortið, og sum ein og hvør við einum sindri av fíggjarligum skili sær er fullkomiliga óforsvarligt, skulu vit varðveita og menna heilsutænastuna.
Tað bara brýtur niður at leggja seg út í ein maktkamp við serlæknarnar, ella kongaríkini, sum onkur kallar teir. Her er talan um fakliga kompetent og sjálvleiðandi starvsfólk, sum eru bundin av einum læknalyfti og dyggari fakligheit. Har eru ongi kompromis, men hópin av alternativum starvstilboðum. Uppgávan hjá ovastu leiðsluni og landsstýrismanninum er ikki at ráða, men at leiða hesi sjálvleiðandi starvsfólk, sum er ein stór og leiðslufakliga krevjandi uppgáva.
Ongin serlækni, onki tilboð
Hornasteinurin í sjúkrahúsverkinum eru serlæknarnir, sum útgreina og viðgera sjúklingar. Við ongum serlækna, onki tilboð, so einfalt er tað. Avbjóðingin er, eins og í øðrum útjaðarum, at halda uppá verandi serlæknar, at seta við, tá ið teir fara frá fyri aldur, og at lokka nýggjar og eldhugaðar serlæknar hendan vegin. Men tað mótsætta hendir. Arbeiðsumstøðurnar eru ónøktandi vegna ovurhondsstórt vaktartrýst og krøv um sparingar, sum gera seg inn á fakligheitina. Hetta hevur mistrivnað og læknamangul við sær, so kostnaðarmiklir og óstøðugir konsulentar røkja uppgávurnar. Slíkt byggir ikki upp, men brýtir niður okkara alra sjúkrahús.
Avleiðingarnar rúgva seg upp
Vit hava sæð hópin av avleiðingum síðstu tíðina. Fyri at taka nøkur úr rúgvuni:
Giktalæknin og teir 1500 giktasjúklingarnir hanga framvegis í leysum lofti, eftir at serlæknin á økinum hevur givið skarvin yvir vegna ótolandi arbeiðsumstøður, eitt nú í mun at brúka neyðugan heilivág.
Á Psykiatriska deplinum valdar kaos, tí landsstýrismaðurin er farin út í eitt persónligt vandetta móti eldhugaða yvirlæknanum, sum dittaði sær at fara alment út um ótolandi støðuna, ikki minst fíggjarstøðuna, á deplinum.
Kvinnur hava í fleiri mánaðir verið vendar í hurðini á Landssjúkrahúsinum, hóast kommunulæknin hevur sent tær til mammografi. Hetta, hóast vit í miðal missa 7 kvinnur árliga av bróstkrabba, og at fortreytin fyri bata er, at krabbin verður staðfestur tíðliga. Nýggju og herdu leiðreglurnar eru sum skilst avleiðingin av, at serlæknar vanta í á røntgenøkinum.
Bíðitíðin at sleppa framat til eygnalækna og neurolog er áleið eitt ár. Hóast mælt verður til fimm serlæknar innan gynokologi (kvinnursjúkur og føðihjálp) eru bert tveir. Hesir báðir skiftast um at hava samdøgursvakt aðruhvørja viku árið runt – hvør familja heldur til tað í longdini?
Enn hevur tað ikki verið alment, men tað sigst nú, at frá í summar er ongin ortopædkirurgur (beinbrot, krossbond, hendur, føtur o.l) á Landssjúkrahúsinum longur. Ein fer frá fyri aldur, ein stórur kapasitetur rýmdi herfyri vegna vánaligar arbeiðsumstøður, og av somu orsøkum leitar nýggi ortopædkirurgurin nú eisini burtur – saman við konu síni, sum er nýsettur barnapsykiatari á Psykiatriska deplinum! Sostatt missa vit ikki bara ortopædkirugin, men eisini nýggja serlæknan í barnapsykiatri, av berum kleyvarskapi!
Fáa nógvar áheitanir
Landssjúkrahúsið er ein stór og komplex organisatión, við nógvum aktørum og áhugamálum. Í Trivnaðarnevnd Løgtingsins kenna vit sjálvandi ikki smálutirnar. Okkara tættasta samband við heilsuverkið er gjøgnum tær mongu áheitanir vit dag og dagliga fáa, bæði frá sjúklingum, avvarðandi og starvsfólkum, sum heldur fara til okkara enn til miðlarnar av ótta fyri avleiðingunum. Eisini siga starvsfólk seg hava kært sína neyð á røttum stað, og lesandi hava gjørt kanningar, men hesi kenna seg hvørki hoyrd, sædd ella vird.
Samanumtikið eru signalini frá sperdu heimildarfólkunum vantandi samskifti og vantandi virðing fyri fakligheitini, veik leiðsla, detailstýring og skrásetingarørskapur - og so sjálvandi eisini vantandi fígging. Alt slíkt, sum fær kompetent og ambitiøs starvsfólk at umhugsa at leita sær aðrar leiðir, har orkan fer til at tryggja lívskvalitet og at bjarga mannalívum – og ikki til at liggja støðugum stríði við fólkini omanfyri, sum av røttum áttu at skipa nøktandi arbeiðsumstøður og skapa smidligar arbeiðsgongdir.
Soleiðis er dagsins veruleiki, sum vit, ið eru vald at umboða fólkið í Føroyum, hava skyldu at taka í álvara.
Máttloysi valdar
Men hvør hevur ábyrgdina av støðuni? Onkur skyldar uppá serlæknarnar, sum í tí samanhanginum verða róptir kongar við hvør sínum kongaríki. Onnur geva, av órøttum, teimum trimum sjúkrahúsunum skyldina. Og so hava vit tey afturvendandi á ovastu rók, sum hava fragd av at sparka niðureftir á leiðslurnar, sum eru um at ganga av verðini, tí játtanin røkkur ikki til krøvini. Ivaleyst hava øll hesi síni áhugamál at røkja, og eisini síni boð uppá loysnir. Men, eins og restin av Føroya fólki, eru tey øll somul offur fyri politiskum visjónsloysi og máttloysi. Einum myndugleika, sum hvørki megnar at stinga út í kortið eina strategi fyri, hvussu vit skipa sjúkrahúsini framyvir, ella fyri, hvussu vit gera tað lokkandi at starvast sum serlækni í føroyska sjúkrahúsverkinum. Alt slík, sum landsstýrismaðurin hevur lovað – og útsett - síðan hann setti seg í heita stólin úti á Eirargarði.
Men fremstu ábyrgdina hevur samgongan hjá landsstýrismanninum, sum stútt og støðugt hevur niðurlagað rakstrarjáttanina til sjúkrahúsverkið, síðan hon kom til. Eitt nú er játtanin til Landssjúkrahúsið nærum óbroytt síðan 2009 áleið 400 mió. kr. árliga. Nullvøkstur fleiri ár á rað hevur sjálvandi avleiðingar, og merkir í hesum førinum ítøkiliga áleið 20 ársverk og læknatrot. Slíkt skapar mistrivnað og maktstríð innanhýsis, sum so aftur kann elva til, at útisetar aftra seg við at søkja hendanvegin í funktiónirnar, sum nú verða riknar av dýrum konsulentum. Ein ónd ringrás.
Skeivur heilivágur
Heilivágurin frá høgravonginum er til allar tíðir sparingar í tí almenna, skattalættar til tey ríkastu og privatiseringar. ”Skal hallið burtur, mugu vit spara” er parolan hjá Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum. Men nei góða samgonga. Ikki vinna tit á nøkrum halli við at niðurpína heilsuverkið, bulin í vælferðarsamfelagnum, sum grøðir fólk til arbeiðis aftur, sum skapar tryggleika, lívsgóðsku og góða heilsu. Tað er ikki í mammografiini, á giktaøkinum, í psykiatriini, í gynokologiini ella á skurðdeildini, at tit finna avlop og vøkstur. Tað er hinvegin við einum haldførum og útjavnandi fíggjarpolitikki, har lág- og miðallønt fáa størri keypiorku, og einum vinnupolitikki, sum letur okkara alra náttúrugivna tilfeingið koma øllum til góðar. Men tit hava valt tykkara leið, hon sum eitur skattalættar til tey ríkastu og burturluting av fólksins ogn. Og skilið er hareftir.
So kanska onkur tykkara sendir boð eftir einum lækna til Landssjúkrahúsið, tí har er støðan akutt!
Rigmor Dam,
limur í Trivnaðarnevnd Løgtingsins vegna Javnaðarflokkin