Erkvisnir journalistar!

    

Johan Petersen
??????????????

Ein viðmerking um beinleiðis feillýsing í SvF í samband við endursending av bankakanningini, fær bæði Ivan Niclasen og Ronnie Thomassen at leypa uppfrá. Hin fyrri við at leggja meiri í viðmerking mína, enn hon var. Hin seinni - hann sum hevur verið við til at gera sokallaðu »dokumentarsendingarnar« um bankamálið - við beinleiðis sitatfuski. Hann náði tú meg!
Tá ið sendingarnar um bankamálið blivu endursendar í SvF herfyri, lýsti Ivan Niclasen við, at bankamálið kom at kosta føroysku skattgjaldarunum 2,7 mia. kr. punktum! Hóast hann visti at vit fingu 1,5 mia. kr. endurgoldnar frá dønum og ein banka, sum eisini er verdur 1,5 mia. kr. í dag.
Tá ið SvF endursendir hesar sendingar og leggur upp til, at hyggjarin kann meta um sendingarnar í baksýninum við tí vitan, vit hava um málið í dag, er alneyðugt, at SvF ikki kemur við hálvum sannleikum. Eftirmíni meting kundi SvF eins væl sagt í samband við 3-ára dagin fyri álopinum á World Trade Center, at 10.000 fólk lótu lív (tað talið varð einferð nevnt), hóast vit í dag vita, at talið var 2.750!

Sitatfusk
Ronni Thomasen, sum saman við Høgna Hoydal gjørdi sendingarnar um bankamálið, siterar beinleiðis skeivt! Hann siterar meg fyri at hava skrivað um bókina hjá Richard Mikkelsen, at hon "gevur eina veruliga meting"av bankamálinum, hóast eg skrivaði, at "biðja teir hyggjarar, sum veruliga vilja gera sær eina meting um bankamálið, eisini at skoyta til hina síðuna og lesa áhugaverdu bókina hjá Richard Mikkelsen Færøerne i bankkrisens tegn". Hvussu kanst tú hava álit á eini sending, sum er gjørd av einum journalisti, sum ikki er førur fyri at sitera skrivligar keldur rætt?
At leiðslan í Føroya Banka við Jørn Astrup Hansen á odda er dugnalig, skal eg als ikki avnokta, men kanska hava donsku kreppuloysnirnar og Richard Mikkelsen eisini ein part av skuldini av, at føroyska samfelagið kom so skjótt aftur á føtur!