Nám boðar í tíðindaskrivi í dag frá, at stovnurin útgevur eina nýggja søgubók við heitinum Søga 5, eitt land í menning, ið Erling Isholm hevur skrivað. Ætlanin er at bókin skal brúkast í fimta flokki.
Millum evnini, ið verða viðgjørd í bókini, eru broyttu íbúgvaviðurskiftini í samband við fiskivinnuna, bretska hersetingin og tá kvinnur komu á arbeiðsmarknaðin.
Talan er um eitt framhald av Søga 4, ein søguferð, og byrjar bókin við fýra søguklípum úr 17. og 18. øld, ið knýta eldru søguna úr fyrru bókini saman við nýggjari søguni, sum er evnið í hesari bókini.
- Tað er ein stór og spennandi uppgáva at gera nýtt søgutilfar til miðdeild í fólkaskúlanum, har saknur leingi hevur verið á nýggjum upprunatilfari til undirvísingina. Eg havi hugt at galdandi námsætlan, har dentur verður lagdur á at taka støði í viðurskiftum, sum eru ítøkilig hjá næminginum. Tríggir partar í bókini taka støði í gerandisdegnum hjá næminginum, har evnini eru fótbóltur, bilar og telefonir, sum hvør í sínum lagi siga søguna um tjúgundu øld og fram til okkara tíð. Hetta er ein roynd at gera mangan abstrakta søgu ítøkiliga hjá næminginum. Endamálið er, at næmingurin við hesum evnum gerst tilvitaður um partar av søguni, sum hjá flestu næmingum fylla nógv í gerandisdegnum. Tað eigur at skapa gróðrarbotn fyri størri áhuga og søgufatan, verður Erling Isholm, høvundar, endurgivin fyri at siga í tíðindaskrivinum.
Gunvá Magnusen hevur verið ritstjóri, nú Nám gevur út nýggjar søgubøkur til miðdeild í fólkaskúlanum. AnniJanni hava staðið fyri grafiska arbeiðinum.